Vit halda fram við stríðnum

FRAMSÓKN Vit eru øll sinnað at stríðast víðari, hóast vit hava mist annan tinglimin, sigur formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen

Vit eru sinnað at stríðast víðari.

Janus Rein umboðar ikki longur Framsókn í Løgtinginum.
Tað boðaði hann sjálvur frá í tíðindaskrivi leygardagin.
Hann sigur, at hann nú er uttanflokkatingmaður, og so leggur hann aftrat:?
- Eg havi stóra virðing fyri arbeiðinum, ið formaðurin og onnur góð fólk hava lagt í verkætlanina Framsókn. Kortini má eg staðfesta, at samstarvið millum meg og formannin í longri tíð, síðani løgtingsarbeiðið byrjaði, als ikki hevur verið nøktandi.
- Hetta er orsøkin til, at eg havi valt at melda meg úr flokkinum. ?
Sum uttanflokkatingmaður ætlar Janus Rein at taka støðu frá máli til mál.
Fyribils hevur hann ongar ítøkiligar ætlanir um at skifta í annan flokk.?
- Eg ætli mær framvegis at vera trúfastur móti teimum málum, sum mínir veljarar valdu meg á Føroya Løgting at virka fyri.
Hann sigur, at áhugin fyri politikki er stórur, og at hann hevur havi fleiri politisk mál, sum hann fer at stríðast fyri tað, ið eftir er av valskeiðinum. ?
Framsókn fekk tvey umboð, tá ið flokkurin fyri fyrstu ferð bjóðaði seg fram á løgtingsvalinum 29. oktober 2011. Tey vóru Janus Rein og floksformaðurin Poul Michelsen og tilsamans fekk flokkurin 1933 atkvøður.
Janus Rein sigur, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.
- Talan er sum so ikki um ósemju um nakað ávíst mál, men ein staðfesting av, at vit báðir, sum vit einaferð eru settir saman, ikki klára at samstarva nóg væl. ??
- Tá er ikki nógv annað at gera enn at fara hvør til sítt, sigur hann í stuttari viðmerking.

Stríðast víðari
- Vit stríðast víðari
Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
Leygardagin boðaði annar av løgtingslimunum hjá flokkinum, Janus Rein, frá, at hann tekur seg úr Framsókn.
Poul Michelsen, floksformaður, sigur, at hann varð fullkomiliga tikin á bóli, tí hetta kom sum snarljós av bláum himli.
Men í gjár hevði flokkurin fund um uppstillingina til býráðsvalið og tá varð støðan í flokkinum umrødd.
Poul Michelen segði annars um vikuskiftið, at framtíðin hjá flokkinum stóð upp á spæl, tí hon var treytað av, at tey, sum myndaðu flokkin, ikki fullu í fátt av hesum, men vórðu sinnað at stríðast víðari.
- Tað er skilligt, at tá ið ein flokkur sum vit, verða tikin á bóli av slíkum, sum kemur fullkomiliga óvæntað, kemur tað serstakliga illa við og tað kann vera ringt at fóta sær aftur.
- Øll mugu vera greið yvir, at eg eri 68 ára gamalur og eg fari ikki at renna longri við stafettini, eru tað ikki onnur, sum hava áhugað at halda fram, tí framtíðin hjá flokkinum liggur sjálvandi í hondunum á teimum yngru ætttarliðunum, sigur hann.
Tí sá hann fyri sær, at hann, sum stovnaði flokkin, eisini skuldi verða við til at jarða hann bara eitt árs gamlan.
Men so verður ikki!
- Á fundinum í gjár var staðfestu vit, at Janus Rein er farin úr flokkinum og tað ikki er nakað, vit kunnu gera nakað við, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at fólk taka framvegis fult undir við hesi nýskapandi politisku verkætlanini, sum Framsókn er.
- Vit eru øll eldhugað og sinnað halda fram við stríðnum og tí, vit hava sett í verk og at arbeiða víðari við tí, vit hava eftir, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at nógv hava offrað nógv, bæði tíð og pengar, upp á hesa verkætlanina at eydnast og at tey ikki eru sinnað at gevast nú, men at halda á.


Poul veit ikki hvat gekk galið
- Eg veit ikki, hvat gekk galið.??
Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, eftir at annar tinglimurin hjá flokkinum, Janus Rein, boðaði frá seinnapartin leygardagin, at hann hevur tikið seg úr flokkinum, tí samstarvið við formannin er ov vánaligt.?
Hetta hevur Poul Michelsen sjálvur ongan varhuga hevur havt av.??
- Hetta kemur fullkomiliga óvart á meg. Tað kemur sum snarljós av fagurblaum himli.??
Hann sigur, at flokkurin hevði fund leygarmorgunin og tað var ikki fyrrenn tá, at eg visti, at Janus Rein hevði trupulleikar.??
Men hann ásannar, at hetta kemur ræðuliga illa við, sum hann málber seg.??
- Flokkurin er lítil og hetta var eitt dygt bakkast og tað eri eg keddur av.??
- Framsókn er ein nýggjur flokkur og tað hevur verið krevjandi at fáa fótafesti og at skipa flokkin.??
- Kanska hevur tað verið ov mikið fyri Janus Rein, eg veit ikki. Men tað eru so ikki størri byrðar lagdar á ?hann enn á nakran annan, sigur floksformaðurin.
- Tað krevur eitt øgiligt arbeiðið, at fáa ein nýggja flokk á føtur og ein møguleiki erkanska, at Janus Rein hevur undirmett støðuna. ??

Veit ikki
Poul Michelsen veit ikki um hann hevur verið ov ráaríkur í flokkinum.??
Hann vísir á, at hann er leiðari í eini stórari fyritøku og at hann er vanur at arbeiða við fólki.??
- Men tað er ongin ivi um, at har eg eri leiðari, har leiði eg, leggur hann afturat.??
- Kanska havi eg ikki dugað tað nóg væl, men havi altíð leitt flokkin á einum hugsjónarligum grundarlag og ikki einum persónligum. ??
- Hinvegin útihýsi eg ikki, at hansara leiðsluháttur kann vera ein trupuleiki.
Kortini havi eg ikki hildið meg havt nakrar trupulleikar við tey, sum manna flokkin. Men er tað mín skyld, at Janus Rein er farin úr Framsókn, so kunnu vit ikki annað enn taka tað til eftirtektar og so havi eg kanska ikki frægari uppiborið.
Hann sigur, at sjálvandi hevur hansara leiðslustílur verið til umrøðu í flokkinum, sum hann sigur, men hann heldur ikki, at tað er nakað óvanligt í hesum, tí tað er væl so í øllum flokkum.
Men at tað skuldi enda soleiðis, kemur púra óvart á hann.
- Hugsjónarliga havi ikki á nakran hátt havt varhugan av, at nakar trupulleiki hevur verið.
- Men eftir øllum at døma hevur Janus Rein okkurt ímóti mær og tað harmist eg um.
Hinvegin staðfestir Poul Michelsen hann eisini, at eru flokslimirnir óngød við hann sum formann, hevði hann ikki lagt eitt holmstrá í vegin fyri, at nýggjur formaður varð valdur.??
- Eg eri 68 ára gamalur og eg eri fullgreiður yvir, at tað verði ikki eg, sum komi at bera flokkin framyvir, so vildu tey havt nýggjan formann, hevði eg ikki lagt meg í vegin fyri tí á nakran hátt, sigur Poul Michelsen.??
- Eg vildi verið akkurát líka berandi fyri flokkin fyri tað, leggur hann afturat.
Hinvegin heldur hann kortini, at tað vildi verið skeivt at skift formann bara eitt gott ár eftir, at flokkurin var stovnaður.
- Men fyri tey gott 1900 fólkini, sum valdu eina nýggja leið í føroyskum politikki, er tað synd, at hetta skuldi enda, leggur hann afturat.

Janus Rein broytti meining í evstu løtu
Ein orsøk til, at Framsókn fór í tvíningar, var eftir øllum at døma tann, at Janus Rein vildi ikki stilla upp til býráðvalið í Havn.??
Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.??
Hann sigur, at nú Framsókn hevur brynjað seg til kommunuvalið, er ætlanin, at flokkurin skal stilla upp til býráðsvalið í Havn og helst aðrastaðni við.
- Men flokkurin hevur verið samdur um, at listin til býráðið skuldi vera so væl gróðursettur í flokkinum sum gjørligt, sigur formaðurin.
Í hesum liggur, at Janus Rein, og onnur, sum hava verið við at stovna flokkin, skuldi vera á listanum til býráðsvalið í Havn.
Tað játtaði Janus Rein eisini og tískil hevur tað eisini ligið í kortunum, at hann skuldi stilla upp.?
- Listin varð liðugur og bæði Janus Rein og hini valevnini hava verið til myndatøku í samband við, at listin skuldi lýsast, sigur Poul Michelsen.
- Men í evstu løtu, beint áðrenn listin skuldi almannakunngerast, boðaði Janus Rein frá, at hann kortini ikki vildi ikki stilla upp til býráðið.
Poul Michelsen sigur, at hetta hevur verið ein ósemja í flokkinum.
- Uppstillingin til býráðsvalið hevur eftir øllum at døma verið ein orsøk til, at hann fór úr flokkinum, leggur hann afturat.??

Ikki sjálvur
Poul Michelsen sigur, at sjálvur var hann ikki á listanum til býráðsvalið.
Tað er partvís tí, at hann er komin væl til árs, hann er 68 ár, og harafturat hevur hann verið býráðslimur og borgarstjóri eitt langt skeið frammanundan.??