Vit halda at tað ber til

- Vit halda, at tað ber til at finna semju í trætuni ímillum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Tað sigur Allan Skaalum, sum, saman við Niels Winther Poulsen, er tilnevndur semingsmaður í trætuni.
Samráðingarnar ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, eftir at Fíggjarmálaráðið kravdi maskinmeistar í hægru lønarflokkunum niður í løn, samstundis sum fakfelagið krevur lønarhækking.
Heitt varð á Allan Skaalum og Niels Winther Poulsen um at royna seg sum semingsmenn og eftir at hava viðgjørt støðuna, hava teir tikið av.
- Vit hava brúkt hesa seinastu tíðina at seta okkum inn í sáttmálarnar og tað, sum higartil er hent í samráðingunum, sigur Allan Skaalum.
- Vit halda, at tað eru fortreytir fyri at royna semju og tí hava hava vit játtað at gera eina roynd, sigur hann.
- Men harfyri er ikki sagt, at vit halda, at tað verður lætt at finna semju, leggur hann afturat.
Allan Skaalum sigur, at seinni í vikuni fara semingsmenninir at kalla partarnar saman til fyrsta fundin og so verður ein arbeiðsætlan løgd eftir tí.
Av tí, at ongin arbeiðsætlan er løgd enn, kann hann heldur einki siga um, antin lagt verður til brots fyri jól, ella um tey bíða til eftir ársskiftið, fyri at tryggja jólafriðin.