- Vit høvdu vunnið tykkum

Norskir miðlar skriva, at sjálvt Føroyar hava yvirhálað teir. Tað skulu teir ikki flenna eftir.

Tað er vorðið eitt umtaluevni í Noregi, at fótbóltslandslið teirra á nýggjasta styrkilistanum eru aftanfyri sjálvastu Føroyar. Føroyar eru nummar 77, meðan Noreg eru nummar 86.


Dagbladet hevur í dag fingið orðið á Gilla Rólantsson, sum spælir í norska Brann. Hann sigur við blaðið, at Føroyar høvdu megnað at vunnið ímóti Noregi.


- Um vit høvdu spælt ímóti Noregi á heimavølli í morgin, so høvdu vit vunnið tykkum. Tað vænti eg heilt avgjørt, sigur Gilli í samrøðu við Dagbladet.


- Noreg hevur teir betru spælararnar í teimum betru deildunum, men teir hava verið vánaligir í síðstuni. Vit arbeiða knallhart, standa væl á vøllinum og Noreg passar væl til okkara spælistíl, útgreinar hann.


Norðurlond á heimsstyrkislistanum:

21. Ísland

34. Svøríki

51. Danmark

77. Føroyar

86. Noreg

97. Finnland