Norski landsliðsvenjarin heldur, at tað var rættvíst at Noreg vann 2-0.
– Vit høvdu fleiri møguleikar, so eg haldi tað var rættvíst, tá ið samanum kom, sigur landsliðsvenjarin.
Hann segði tó eisini, at tað var torført at sleppa ígjøgnum føroysku verjuna.
– Lars Olsen hevur gjørt eitt megnararbeiði við føroyska landsliðnum. Ljðið er væl skipað og stendur væl á vøllinum alla tíðina, so tað er torført at bróta føroyska liðið niður, sigur hann.
Hann fanst eitt sindur at boksspælinum hjá hansara egnu leikarum í føroysku boksini, men samstundis nevndi hann enn einaferð, hvussu væl skipað føroyska liðið var.











