Vit høvdu hug at royna nakað nýtt

Í 30 ár hava Turið Jeganathan úr Hvalba og maðurin Jega úr Sri Lanka búð í Australia

Turið Jeganathan úr Hvalba – fødd Olsen – hevur síðani 1991 búð í Australia saman við manni sínum Jega, sum er ættaður úr Sri Lanka. Tey búðu í nøkur ár í Føroyum, áðrenn tey løgdu leiðina til fjarskotna heimspartin. Turið og Jega búgva í Brisbane, har øll teirra trý vaksnu børn eisini búgva við sínum familjum.

– Vit høvdu hug at fara burtur at royna nakað nýtt. Vit umhugsaðu fleiri lond – Jega hevur familju í USA, Kanada og Onglandi – men vit valdu Australia, her Jega eisini hevur ein beiggja. Vit vildu flyta til okkurt land, har tað var heitt, og vit eru glað um, at vit valdu Australia, sigur Turið Jeganathan við Sosialin.

– Vit trívast sera væl í Australia og hava tað gott her. Onkuntíð kann eg leingjast eitt sindur, tá ið eg lurti eftir føroyskum tónleiki. Í fyrstuni var tað eitt sindur trupult at flyta til Australia at búgva, men vit hava havt tað sera gott, sigur hon.

Longri samrøða við Turið Jeganathan kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.