Vit høvdu gleðiliga sagt ja takk

? Hevði Tvøroyrar Býráð fingið sama tilboð frá Landsstýrinum sum Vágs Býráð fekk leygardagin, høvdu vit gleðiliga tikið av, sigur borgarstjórin

Menningarætlan

? Eg skilji ikki, at vágbingar kunnu siganei til flyta miðnámsskúlan til Hovs afturfyri at fáa 35 almenn arbeiðspláss til Suðuroyar.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er hálvgum skelkaður av at Vágs Býráð ikki vildi taka av tilboðnum, sum tað fekk frá landsstýrinum leygardagin.
Hann sigur, at fekk Tvøroyrar Býráð eitt tilboð frá landsstýrinum um at fingið 35 almenn størv til oynna afturfyri at flutt heilsuskúlan til Hovs, hevði Býráðið gleðiliga tikið av.
? Tað einasta, sum hevur týdning, er at skúlin verður verandi í oynni.
Hann sigur, at fastar, almennar inntøkur hava serstakliga stóran týdning fyri eitt pláss.
? Tað eru í veruleikanum tær føstu inntøkurnar, sum bera øllum uppi.

Hann nevnir at í Kvívík búgva 200 færri fólk enn í Hvalba, men í Kvívík er inntøkan av kommunuskatti kortini tvær milliónir hægri enn í Hvalba.
Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at tað er eitt dømi um, hvussu stóran týdning tær almennu lønirnar hava fyri kommunukassarnar, tí flestu kvívíkingar arbeiða í Havn, har teir hava fastar lønir, sum í nógvum førum eru almennar.
Vágs Býráð heldur, at hóast tað blivu 35 almenn størv í Vági, er tað ikki vist, at tað hevði komið Vági til góðar, tí talan hevði bara verið um, at vágbingar, sum arbeiddu á Ellis- og Røktarheiminum á Tvøroyri og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, høvdu skift starv og høvdu komið suður at arbeitt.
Slíka grundgeing skilir Kristin Michelsen ikki.
? Vágs Býráð kann ikki fáa trygd fyri, at tað bara skulu vera vágbingar, sum skuldu fingið starv á einum nýggjum røktarheimi í Vági. Men eg ivist ikki í, at onkur hevði búsetst seg í Vági. Og annars hevði talan verið um at stovna 35 nýggj, almenn størv í Suðuroy. Tað hevði havt sera stóran týdning, so tað er trupult at skilja, at Vágs Býráð havnaði tilboðnum, sigur Kristin Michelsen.
Og so er hann fullkomiliga ósamdur við Vágs Býráð í, at eldraøkið er eitt kommunalt málsøki.
? Tað er tað ikki. Tað er tvørturímóti 100% ein landsuppgáva, tí kommurnar hava ikki yvirtikið eldraøkið.
? At fleiri kommunur so hava gjørt eina dáragerð og hava bygt sambýli, er tað sama sum at sleppa landsstýrinum undan ábyrgdini, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.

Skuldu fingið saman tilboð
Annars fýlist hann á, at tað bara er Vágs Býráð, sum hevur fingið slíkt tilboð frá landsstýrinum.
Og nú vágbingar ikki tóku av, er vandi fyri, at ætlanin dettur niðurfyri.
? Tað kann ikki vera meiningin, at tað skal veraVágs Býráð, sum einsamalt ger av, hvat skal henda í Suðuroynni.
Tí vónar hann heldur ikki, at Landsstýrið sleppur ætlanini, bara tí Vágs Býráð er ímóti, tí Suðuroyggin er annað og meiri enn Vágs Býráð.
Sostatt heldur hann eisini, at tað var ikki meiri enn rímiligt, at Tvøroyrar Kommuna fekk sama tilboð í sambandi við heilsuskúlan.
Annars heldur borgarstjórin á Tvøroyri, at tað er langt úti, at Landsstýrið samráðist við Vágs Býráð um eina ætlan, sum eisini umfatar heilsuskúlan á Tvøroyri, uttan at spyrja Tvøroyrar Býráð eftir.
? Og tað ger landsstýrið aftanfyri ryggin á Tvøroyrar Kommunu, hóast vit hava siti á fundi eftir fundi við skiftandi mentamálaráðharrar um viðurskiftini hjá heilsuskúlanum. Og so fáa vit onki at vita, fyrrenn vit frætta tað í fjølmiðlunum. Tað er ov langt úti, heldur borgarstjórin á Tvøroyri.
Hann sigur eisini, at vil Landsstýrið byggja røktarheim á Tvøroyri, skulu teir saktans fáa øki at byggja tað á.
? So nú sita vit spent og bíða, um Tvøroyrar Býráð eisini fer at fáa eitt tilboð frá landsstýrinum, leggur Kristin Michelsen afturat.

Ongan týdning hvar hann er
Nú sigur borgarstjórin í Vági, at vil landsstýrið gera ein skúladepil, kunnu teir gera hann í Vági. Hvat hevði Tvøroyrar Býráð sagt, um tað fekk tað tilboð frá landsstýrinm, at eitt røktarheim til 35 fólk varð bygt á Tvøroyri afturfyri at heilsuskúlin verður fluttur til Vágs til ein skúladepil har?
? Ein skúladepil í Vági er ikki er sambæriligur við tað, sum hevur ligið í kortunum um at savna oynna í færri kommunur. Eftir tí upplegginum skuldu skúlarnir vera í Hovi, sum er mitt í oynni.
? Kortini vænti eg, at býráðið hevði tikið undir við tí. Sjálvur haldi eg, at tað, sum hevur størstan týdning, er, at skúlin verður varðveittur í oynni. Og við tí fyrivarni, at býráðið ikki hevur viðgjørt spurningin, vænti eg, at støðan hjá øllum býráðnum hevði verið tann sama.,
?Høvdu vit fingið okkurt afturfyri, høvdu vit uttan iva verið sinnað til at slept skúlanum- um hann so endaði í Vági, hóast. sigur Kristin Michelsen.
? Tað er ikki bara støðan í Vági, sum er hættislig. Hon er hættislig í allari oynni, leggur hann afturat.
Hann fýlist eisini á, at Hendrik Old og Johan Dahl skuldu vera við á fundinum í Vági sum eygleiðarar.
? Vit hava tveir aðrar løgtingsmenn í oynni, Sverra Midjord og Hergeir Nielsen og sjálvsagt skuldu eisini teir fingið fundarboð, heldur Kristin Michelsen.