Í samrøðuni við Finn Helmer í blaðnum í gjár, um hansara ætlanir hansara um at leggja 10 gigabitnet út í hvørt heim í Føroyum, kom fram, at Finn Helmer millum annað hevði verið á fundi við Føroya Tele.
Hesum kann stjórin í FT-samskifti, Richard Mortensen, eisini vátta fyri blaðnum í dag:
- Jú, tað er rætt at vit høvdu ein óformellan fund við Finn Helmer fyrr í summar. Vit taka altíð væl ímóti gestum, ið koma, og tað gjørdu vit eisini við Finn Helmer, sum vit høvdu ein áhugaverdan fund við, sigur Richard Mortensen.
Hann vil tó ikki koma nærri inn á, hvat teir tosaðu um á fundinum og hvat Føroya Tele annars heldur um ætlaninar hjá Finn Helmer, um at leggja 10 gigabitnet í hvørt heim í Føroyum.
- Vit hava ikki aðrar viðmerkingar til málið beint nú, er hansara svar, tá hann verður spurdur til hesi viðurskifti í málinum.