- Hetta er so syrgiligt, at vit gráta um støðuna.
Ann Hovland er sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum og hon hevur í mong ár arbeitt við at endurvenja sjúklingar, sum hava havt heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum.
Í mong ár hava sjúklingar og teirra avvarðandi aftur og aftur átalað, hvussu vánaligar umstøðurnar eru til at endurvenja sjúklingar, sum hava havt heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum.
Men higartil er onki hent.
Ella kanska er tað rættari at siga, at onki er hent til tað betra.
Tí í veruleikanum er nógv hent á økinum. Men tað hevur alt verið til tað verra.
- Eitt er, at ongi framstig eru gjørd á hesum øki í mong ár. Men tað er beinleiðis syrgiligt at síggja, at í veruleikanum er støðan hjá hesum fólkum nógv verri í dag enn hon var fyri bara 10 árum síðani, sigur Ann Hovland.
Hon sigur, at fyri nøkrum árum síðani vóru nógv betri umstøður at endurvenja sjúklingar, sum høvdu havt heilabløðing ella sum høvdu havt blóðtøpp í heilanum.
Men veruleikin er er, at av fíggjarligum sparingum og beinleiðis illvilja frá læknum og leiðslu á Landssjúkrahúsinum, varð hetta virksemið so líðandi pínt burtur og nú er at kalla ongin endurvenjing yvirhøvur.
Húsvill á Landssjúkrahúsinum
Ann Hovland sigur, at til fyri 20 árum síðani vóru sera vánaligar umstøðurnar hjá fólki, sum høvdu havt heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum.
Tað var onki at finnast at teirri akuttu viðgerðini eftir heilabløðing ella blóðtøppi í heilanum.
Men tá ið sjálv tann lívbjargandi viðgerðin varð liðug, vórðu hesi fólkini vórðu slept upp á fjall, tí tað var onki slag av endurvenjing, sum varð verd at nevna.
- Sostatt høvdu hesi sjúklingar tað sera tórført, kom tað hartil, at teir skuldu innleggjast aftur, tí teir vóru so illa fyri, at teir kláraðu seg ikki.
- Teir vóru at kalla húsvill á Landssjúkrahúsinum, tí har var ongin deild, sum vildi vita av teimum og fyri at siga tað, sum tað er, var tað við ringum tannabiti, at teir vórðu innlagdir.
Vælvirkandi endurvenjing
Men seinnapartin í áttatiárunum tóku nakrir sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum seg saman um eina roynd at skipa viðurskiftini hjá sjúklingum við heilabløðing og blóðtøppi í heilanum, betri.
- Endamálið var at fáa eina deild, sum burturav kundu taka sær av at endurvenja hesa sjúklingar fyri at gera teir betri førar fyri at klára seg í samfelagnum.
Til at leggja teimum lag á, fingu teir ein sjúkrarøktarfrøðing úr Danmark, sum var serfrøðingur á økinum at koma til Føroyar at undirvísa.
Ann Hovland sigur, at úrslitið av hesum var, at í 1987 varð ein deild á Landssjúkrahúsinum burturav sett av til hetta slagið av sjúklingum og har varð pláss fyri 10 sjúklingum.
- Har varð eitt rættiliga gott toymi av fysioterapeutum, ergoterapeutum og sjúkrarøktarfrøðingum, sum tók sær av hesum sjúklingunum.
Sjálv kom Ann Hovland á deildina í 1992 og tá sigur hon, at talan var um eina rættiliga vælvirkandi endurvenjingardeild.
- Men veruleikin er, at nógvir læknar vóru ikki serliga fegnir um hesa deildina. Kanska mettu teir, at hetta fór at taka ov nógva orku frá øðrum pørtum av landssjúkrahúsinum.
- Tó skal leggjast afturat, at aðrir læknar tóku væl undir við hesum.
Ann Hovland sigur, at hendan endurvenjingardeildin slapp at kalla snikkaleys burturúr allari teirri ringu kreppuni í nítíárunum og tískil var talan um ein sera vælvirkandi deild, eisini í svárastu kreppuárunum.
--Talan var um sera eldhuga starvsfólk, sum arbeiddu av fullum huga at endurvenja hesar sjúklingar fyri at fáa teir útaftur í samfelagið.
Sparingar raktu hart
Men í 1997 fór at ganga afturá. Tað var partvís tí, at ávísir læknar ikki vóru so fegnir um hetta virksemi og hartil kom so eisini, at sjálv sjúkrahúsleiðslan og politiski myndugleikin raðfestu ikki hetta virksemið serliga høgt.
- Tá ið sparast skuldi á Landssjúkrahúsinum síðst í nítiárunum og árini eftir tað, varð mangan skarvað burturav játtanini til akkurát hesa endurvenjingardeildina..
- Avleiðingin var, at deildin varð niðurpínd so líðandi. Ístaðin fyri at fá sjúklingar til endurvenjingar, varð deildin í alsamt størri mun fylt upp við røktarsjúklingum burturav, har lítil og ongin endurvenjing var møgulig.
Ann Hovland sigur, at tað endaði við, at leiðarin fyri deildini ikki orkaði meiri, men rýmdi og henni á baki fóru fleiri onnur starvsfólk eisini.
- Síðani hevur tað gingið javnt og samt afturá og nú er púra onki eftir av hesi endurvenjingardeilini.
Nú eru bara koyristólar
Ann Hovland sigur, at tá ið endurvenjingardeildin virkaði, var tað aðalmálið hjá starvsfólkinum, at ongin sjúklingur skuldi sita í koyristóli.
- Og tað vóru heldur ongir koyristólar at síggja á deildini. Tað var bara undantaksføri, at sjúklingur sat í koyristóli til og frá venjing o.s.fr.
- Men í dag er deildin full av koyristólum. Afturstigið hevur verið so stórt, at vit, sum arbeiða har, gráta um støðuna, tí veruleikin er, at hetta frálíka virksemið fyri hesar sjúklingar, kundi hildið fram, sigur Ann Hovland.
Og hon harmast um, at tað, sum virkaði væl, skuldi verða pínt niður, til tað at enda heilt datt burtur, so at deildin nú er ein røktardeild burturav.
- Avleiðingin er, at í dag hava hesi fólkini at kalla púra onki tilboð um endurvenjing og tað er eitt stórt afturstig fyri tey
Her og nú
Í november í fjør gjørdi ein arbeiðsbólkur eitt álit um endurvenjing, sum varð latið landsstýrismanninum í Almanna- og heilsumálum. Í tí álitinum eru ein rúgva av tilmælum um, hvat skal gerast fyri at fáa gongd á at endurvenja sjúklingar við heilabløðing og blóðtøppi í heilanum, einsvæl og sjúklingum við øðrum sjúkum, ella sum hava fingið skaða í vanlukku.
Ann Hovland ivast í, hvat fer at koma burturúr hesum álitinum, tí hon heldur, at vandi er fyri, at hetta fer at drukna í øllum øðrum politiskum málum og tað tí fer at ganga alt ov nógv ár, áðrenn nakað verður sett í verk
- Tað er her og nú, at hesi fólkini hava brúk fyri einum tilboðið og tað kann eisini gerast her og nú við at endurskipa deildina, sum var.
- Tað er óneyðugt at uppfinna tann djúpa borðiskin einaferð afturat og var vilji til staðar, kundu vit byrja tann dagin í morgin við einum góðum tilboði um endurvenjing.
- Tað er ongin sum sigur, at hetta skal verða á Landssjúkrahúsinum, tí ein slík deild til endurvenjing kann einsvæl vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi ella á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.