- Tað kemur einki fram, sum gevur okkum nakrar vónir um, at nakar bati verður.
Kári Thorsteinsson, formaður í nevndini í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, RFF, er dapurskygdur um støðuna í ferðsluni.
RFF hevur havt árfund, og har vísti nevndarformaðurin á, at kanningar vísa, at ein deyður í ferðsluni kostar 19 samfelagnum milliónir krónur, og ein álvarsliga skaddur kostar 13 milliónir.
- Hetta er umframt tey álvarsligu persónligu og sálarligu árini, sum standast av hesum sama, sigur hann.
RFF hevur lagt stóran dent á, at vit eiga at hava eina virkna ferðslutrygdarætlan og tað ger stovnurin framvegis.
- Upprunaliga Ferðslutrygdarætlanin gekk endaði á nýggjárinum, og ein stórur partur av teim 37 tilmælunum í henni, vórðu sett í verk hesi ætlan.
Onnur liggja eftir, eitt nú, tí at fígging fæst ikki til at seta tey í verk
Lovorðini frá politikarunum eru nógv, men hóast allir siga, at teir vilja bøta um ferðslutrygdina, kemur einki ítøkiligt fram, sum gevur RFF vón um nakran bata á økinum, heldur Kári Thorsteinsson.
Teir hava beinleiðis sagt, at í verandi fíggjarætlan er ikki pláss fyri nøkrum, og at tey, sum varða av ferðslutrygdini, kunnu arbeiða við teim tilmælum, sum enn ikki eru gjørd í Ferðslutrygdarætlanini, sum gekk til í fjør.
- Avbjóðingin í hesum er, at tey flestu av hesum tilmælum krevja eina fígging og í onkrum føri eina munandi stóra fígging.
- Vit hava ásannað, at politiski myndugleikin raðfestir onnur øki, og alt gott um tað, at Arbeiðseftirlitið fær tiltrongdan styrk at betra um arbeiðsumhvørvið.
Men tá ið óhapp og vanlukkur henda á arbeiðsplássum, verða kanningar settar í verk fyri at finna orsøkina, so at átøk kunnu gerast at fyribyrgja óhappum.
- Tað er tað sama, sum RFF hevur mælt til í fleiri ár á ferðsluøkinum, nevniliga at ein skaðanevnd verður sett at finna orsøkirnar til ferðsluóhappini, ið hvussu er tey mest álvarsligu.
- Vit vita, at tað doyggja fólk í ferðsluni í Føroyum og at fleiri fáa skaða og onnur við álvarsligum skaða.
Men eingin ítøkilig yvirskipað loysn liggur fyri framman, staðfestir formaðurin í nevndini.