Vit gloyma so skjótt...

Lesarar kunnu valla gita, nær viðhefta mynd er tikin, men við at lesa henda greinastubba, fæst greiði á hesum - og kanska verður lesarin ovfarin.

Tað liggur til okkum menniskju at gloyma ting og viðurskifti, sum ikki fylla so nógv. Men, tá ymiskt hendir, sum fyllir meira, fer tað seint í gloymskuna.

 

Nú vit í dag skriva 11. mai, og DMI lovar okkum upp í 17 hitastig tíðliga í næstu viku, hildu vit, at tað kanska kundi verið áhugavert hjá okkara lesarum at sæð viðheftu mynd.

 

Myndin er tikin í Vestmanna hin 7. mai í 2015, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at hetta árið gjørdist eitt fellisár við seyði, har nógv lomb ikki komu undan, men doyðu.

 

Eitt sindur ymiskt mundi tó vera, hvussu hart raktir bóndir og seyðaeigarar annars kring landið vóru hetta árið, og ivaleyst var felli størst norðan fyri Skopunarfjørð enn syðri á landi.

 

Søgur eru um kavar, sum komu seint um várið og sum gjørdust bæði stórir og drúgvir.

 

Men, sjáldan áður man so nógvur kavi vera komin niður so seint sum í 2015, tó at vit menniskju hava skjótt við at gloyma og ofta halda, at ymiskt, sum hendir, ikki eru hent áður.