Leygarkvøldið fara seks menn og fýra kvinnur at dystast um at gerast føroyameistari í fitness. Hetta verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan 19.00.
Tveir av luttakarunum eru Mads Hentze og Árna Fjallstein.
Fyri Mads Hentze er hetta fyrstu ferð, hann luttekur í FM í fitness, og tað er heldur tilvildarligt, at hann stillar upp í ár.
- Eg boðaði frá luttøku týsdagin. Eg ætlaði annars ikki at vera við í kappingini, men fleiri fólk bóðu meg um at luttaka. Eg havi verið rættiliga kritiskur um meg sjálvan og havi ikki viljað víst meg fram, men hinvegin so havi eg vant seriøst nú í tvey ár, og eg dugi at síggja, at eg kann klára meg væl í onkrum av greinunum, sum eg skal kappast í, so nú geri eg tað bara, sigur Mads Hentze.
Fyri Árnu Fjallstein er hetta triðju ferð, hon luttekur í FM í fitness.
- Seinast helt eg, at eg kundi klára at gera tað eitt lítið sindur betri, og venjingin líka síðani hevur gingið væl, so hesaferð havi eg givið alt og fari at gera mitt allarbesta, sigur Árna Fjallstein.
Seinastu mánaðirnar hava tey vant upp til seks ferðir hvørja viku, og harafturat hava tey eisini verið ógvuliga tilvitað um at eta rættan kost.
- Tað verður ótrúliga gott við eini pitsa, tá kappingin er liðug leygarkvøldið, siga Mads Hentze og Árna Fjallstein.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðina teir báðarluttakararnar, sum vitjaðu í seinnapartssendingini hósdagin.