Vit gjalda nokk í tilfeingisgjaldi

Tað er í lagi, at vinnan skal gjalda tilfeingisgjald, tá tað gongur væl, men tað skal ikki verða hægri enn tað er í dag, sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum. Hann heldur, at verður fiskiskapurin verri aftur, skal tilfeingisgjaldið burtur

Jákup Jacobsen stjóri á Varðanum heldur, at tað er í lagi, at fiskivinnan betalur tilfeingisgjald, sum í dag, men heldur ikki eina krónu meira.
- Tað gongur væl beint nú, so tað er í lagi. Men um tíðirnar verða verri, so skal tilfeingisgjaldið takast burtur aftur, sigur hann. Hann minnist á dagarnar, har alt var við at fara av knóranum.
- Tað gongur upp og niður. Vit hava staðið og bankað uppá dyrnar í fútarættinum í 90'unum, tí alt mundi farið av knóranum, vinnan er so ósikkur, so tað nyttar einki at leggja gjøld á, tí hvat so, tá tað gongur illa, sigur Jákup Jacobsen.
Varðin hevur goldið 51 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi í 2013. Tilsamans komu góðar 136 milliónir í tilfeingisgjaldi í landskassan fyri 2013. Gjaldið er í dag 0,75 kr. kg fyri makrel og 0,35 kr. kg. fyri sild, men einki er á svartkjaft og lodnu.
Tað er alt ov lítið, heldur Kári Petersen, búskapafrøðingur. Hann metir, at avreiðingarvirðið kemur upp á 2 milliardir krónur um árið komandi fýra fimm árini, og at yvirskotið í uppsjóvarvinnuni fer frá 250 milliónum krónum í 2013 upp í 750 milliónir krónur fýra komandi árini.

Vita einki um komandi veiðu
Jákup Jacobsen heldur ikki nógv um metingina hjá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, av avreiðingarvirðinum í pelagisku vinnuni komandi fýra árini.
- Enn er einki fiskað av hasum makrelinum, so tað ber ikki til at siga nakað um, hvat avreiðingarvirðið verður um so langa tíð, sigur hann.
Spurningar um søluna av Varðanum, sum hann fyrr hevur nevnt fyri Norðlýsinum, vil Jákup Jacobsen als ikki svara uppá. Viðvíkjandi vinningsbýti sigur Jákup Jacobsen, at Varðin hevur gjørt íløgur fyri alt sítt yvirskot.
- Vit hava ikki tikið eina krónu út í vinninbsbýti - alt er farið í íløgur, millum annað á Tvøroyri, sigur hann. Virkið á Tvøroyri kostaði umleið 250 milliónir krónur.