Lars Olsen hevur verið orðalítil um sínar ætlanir í seinasta HM-undankappingardystinum á hesum sinni, sum verður í annaðkvøld móti Ungarn í Budapest. Fyrstu meldingarnar eru, at tað kunnu verða upp til fýra broytingar, har menn sum Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen enda á bonkinum.
Tað ljóðar, at Lars Olsen hevur avgjørt at spæla við trimum miðverjum, sum hann eisini gjørdi móti Portugal og Andorra seinast. Hetta tí hann metir, at tað er ein uppstilling, sum passar væl til mátan sum Ungarn spælir.
Sonni Ragnar Nattestad hevur verið skaddur í eitt hálvt ár, og hevur framvegis ikki spælt á besta liðnum hjá Molde. Lars Olsen sigur, at hann ynskir at verja bæði hann og Hall Hansson, sum spælir við pínu í fótinum.
Ger hann tað, so koma Odmar Færø og Rógvi Baldvinsson inn í miðverjuna, meðan Hallur Hansson og Róladur Jakobsen dett út á miðjuni, har René Shaki Joensen helst kemur inn. Tað hevur eisini verið tosað um Patrik Johannesen kanska fór at byrja, men tað tykist ikki sannlíkt í løtuni.
Mest óvæntaða skiftingin verður um Ári Mohr Jónsson byrjar inni fyri Viljorm Davidsen. Tað hevur ljóðað, at tað er eitt skifti, ið Lars Olsen ynskir at royna. Viljormur Davidsen hevur verið tryggur á vinstra bakkinum higartil, men Ári M. Jónsson hevur staðið sterkur í myndini hjá HB i ár.
Vit gita: 3-4-3 (Talan er nokk meiri um eina 5-4-1, men tað er lættari at seta tað soleiðis upp)
Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Jónas Tór Næs, René Shaki Joensen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson – Sølvi Vatnhamar, Gilli Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson