KÍ skal í kvøld klokkan 19.45 spæla móti Ferencvaros í 1. undanumfarinum í Champions League. Fyrr í dag gitti In.fo hvussu KÍ fór at spæla í kvøld. Nú ljóðar úr Klaksvík, at tað verður ein broyting í uppstillingini, ið bleiv gitt fyrr í dag.
Jóannes Kalsø Danielsen stóð til at byrja inni á høgra vongbakki, men er blivin sjúkur. Tí skal Magne Hoseth hava valt Børga Petersen í miðverjuna. Tað skumpar Deni Pavlovic upp á miðjuna og René Shaki Joensen á høgra vongbakk.
Eisini verður sagt, at tað er ongin kjansur at Markus Pettersen verður tøkur. Tí verður tað Nils Jonatan Johansson, sum verjir málið hjá KÍ.
Vit gita nú:
KÍ (5-4-1): Nils Jonatan Johansson - René S. Joensen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Partick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic, Jákup B. Andreasen, Claes Kronberg – Luc Kassi
In.fo skrivarði fyrr í dag:
Talan er um sterkast møguligu mótstøðuna á pappírinum, sum KÍ skal í holt við. Tað kemur væntandi at síggjast aftur á vøllinum við Djúpumýru.
Í málinum er Markus Pettersen eitt stórt ivamál. Norski málverjin kom til KÍ við eini søgu av skaðum. Tað hevur eisini merkt málverjan seinastu tíðina og sum skilt verður ikki í mál í kvøld. Norðlýsið skrivar tó, at hann er “ivasamur”.
Um norski málverjin ikki verður tøkur, so verður tað 32 ára gamli Nils Jonatan Johansson, ið skal verja málið. Svenski málverjin kom til KÍ í summar og verður sæddur sum ein stutttíðarloysn til trupulleikarnar hjá KÍ í málinum.
Magne Hoseth, venjari hjá KÍ, hevur sagt við bolt.fo, at hann ætlar at spæla við trimum í miðverjuni. Odmar Færø hevur leikbann, meðan Heini Vatnsdal og Vegard Forren eru tøkir aftur. Fyrrnevndi hevur verið skaddur, meðan Vegard Forren bleiv útvístur í dystinum móti B68 og spældi ikki í sigrinum á HB.
Tað er sannlíkt, at teir báðir spæla saman við Deni Pavlovic í trýmans miðverjuni. Bæði Jóannes Kalsø Danielsen og Patrick Da Silva hava sitið uttanfyri partar av seinastu umførunum. Teir eru báðir klárir til í kvøld og tað væntast at teir taka hvørsín vongbakk.
Á miðjuni er nakað trongd á miðjuni. Bæði Mads B. Mikkelsen og Hallur Hansson eru tøkir aftur. Tó er ósannlíkt at Hallur Hansson spælir nakrar størri leiklut. Hann hevur ikki spælt nakran minutt síðani hann í september í fjør fekk ein álvarsligan skaða.
Velur Magne Hoseth at spæla eins og móti HB, er líkt til at tað verður við Luc Kassi í álopinum, men við einum verjukendum leikluti. Síðani verða framrættaðu miðvallararnir Claes Kronberg og Árni Frederiksberg.
So er bara pláss fyri tveimum mitt á miðjuni. Her eru bestu boðini Jákup B. Andreasen og René Shaki Joensen, meðan Mads B. Mikkelsen verður fyrstaval frá bonkinum. René Shaki Joensen kann annars eisini spæla í miðverjuni og á vongbakkinum. Hann var sannførandi í 3-1 sigrinum á Bodø/Glimt í Klaksvík í fjør. Tá spældi hann á høgra vongbakki.
Nógv bendur tó á, at Magne Hoseth velur tryggu loysnina. Hann velur royndirnar framum teir ungu, og hann velur teir, sum hava spælt í seinastuni framum teir, ið eru júst blivnir tøkir aftur.
Vit gita:
KÍ (5-4-1): Jóannes K. Danielsen, Deni Palvovic, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Partick Da Silva – Árni Frederiksberg, René S. Joensen, Jákup B. Andreasen, Claes Kronberg – Luc Kassi