Vit gita: Spæla við trimum miðverjum

Manslandsliðið: Fyrsta landsliðsvenjing gav eina ábending um, at tað verður við trimum í miðverjuni leygarkvøldið

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyska manslandsliðið hevði í dag sína fyrstu venjing undan EM-undankappingardystunum móti Kekkia og Albania, sum verða ávikavist leygarkvøldið og týskvøldið klokkan 19.45.

 

Veðrið var av tí allarbesta, tá venjingin byrjaði. Beint fyri byrjan tendraði Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýggju ljósskipanina á Tórsvølli fyri fyrstu ferð. Hann og forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, søgdu nøkur orð og so var klárt at venja.

 

Talan var um ein róliga venjing við fleiri stuttleika spølum. Millum annað bleiv spælt við frisbee og hendrunum, heldur enn føtrunum. Tað var eitt taktiskt element í venjingini og tað gav ábendingar um, at Håkan Ericson ætlar at spæla við trimum miðverjum móti Kekkia.

 

Hetta er ein spælskipan, sum landsliðsvenjarin hevur roynt í fleiri førum móti teimum sterkastu mótstøðuliðnum. Kekkia vann heili 5-0 á Føroyum í fjør í venjingarlandsdysti. Tað var ein áminning um, at Kekkia hoyrir til millum tær sterku fótbóltstjóðirnar í Evropa. Tí gevur tað meining.

 

Tað sæst eisini aftur á úttøkuni. Í hópinum eru nú seks miðverjar, um tú telur Rógva Baldvinsson við. Hann kann eisini spæla á miðjuni. Tá Mads Boe Mikkelsen gav avboð eftir landsliðsúttøkuna, so var tað Hørður Askham, ið kom í hansara stað.

 

Fleiri spælarar fóru eisini úr venjingini fyri tíð. Í teimum førunum var talan bara um fyribyrgjandi. Eitt nú spældi Gunnar Vatnhamar í gjár. Lagið var avbera gott og tað gjørdi tað ikki verri, at tað var nakað so sjálvsamt sum sól.

 

##ms##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)