Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína seinstu venjing undan landsdystinum móti Rumenia, sum verður í annaðkvøld kokkan 19.45. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, heldur kortini tætt at kroppinum, men okkurt bendir á at Kaj Leo í Bartalsstovu fær møguleikan frá byrjan.
Helst verður tað fyri Sølva Vatnhamar, sum hevur havt nakað av trupulleikum í seinnu hálvu í fjør, og í uppstartinum í ár. Orkan strekkir ikki til tveir dystir frá byrjan. Kaj Leo í Bartalsstovu er kendur í Rumenia, har hann spældi við Dinamo Bukarest í 2016.
Ein onnur broyting, sum møguliga verður, er at Klæmint A. Olsen fær møguleikan frá byrjan. Nú Jóan Símun Edmundsson er farin aftur til Bielefeld, eru bara Jákup Thomsen og Klæmint A. Olsen tøkir í álopinum. Jákup Thomsen spældi allan dystin móti Malta og skoraði í yvirtíðini.
Vit gita: (4-4-1-1)
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Hallur Hansson, Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen – Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen