Vit gita: Hesir taka yvir í NSÍ

Tað eru tvey kend nøvn í føroyskum fótbólti, sum vit gita taka yvir í NSÍ

Fyri kortum bleiv Allan K. Jepsen uppsagdur í NSÍ. In.fo hevur fingið at vita, at Bill M. Jacobsen, sum er talentsjef í NSÍ, tekur yvir besta mansliðið saman við Hans Jørgen Djurhuus.

 

André Olsen, sum var hjálparvenjari undir Allani K. Jepsen, stóð á odda fyri liðnum í Fuglafirði sunnudagin. Tað ljóðaði beinanvegin, at Bill M. Jacobsen, ið hevur UEFA-Pro lisens, var ein av teimum, sum var upp á tal at taka yvir.

 

Hans Jørgen Djurhuus takkaði fyri seg sum annar av høvðusvenjarunum hjá ÍF undan hesum kappingarárinum, og hevur síðani verið venjari hjá U17 hjá Víkingi, og verið nógv frammi sum viðmerkjari.