HB hevur gjørt klárt til komandi kappingarár. Venjarin, Heimir Guðjónsson, og flestu av spælarunum hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár eisini. Undantøkini eru Brynjar Hlöðversson og Lasse Andersen.
Les eisini: Lasse í samráðingum við HB (24.09.2018)
Sum skilst, so gongur væl við samráðingunum við íslendska miðvallaran, Brynjar Hlöðversson, sum kom til HB undan hesum kappingarárinum. Hann er ein væl lýddur spælari í felagnum og eigur stóran lut í FM-heitinum.
Hinvegin, so skilst at tað gongur verri við samráðingunum við danska miðverjan, Lasse Andersen. Hann er somuleiðis væl lýddur í felagnum, og eigur eisini ein stóran lut í FM-heitinum. Hann sigur í dag við bolt.fo, at hann ikki hevur tikið støðu fyri komandi kappingarár.
Les eisini: Vit gita Patrik til KÍ
Tí ljóðar, at HB eisini er í samráðingum við Hørð Askham. Miðverjin hevur seinastu tvey árini spælt við KÍ, eftir at hann fekk sítt gjøgnumbrot í B36. Hann hevur tó eisini slitið sínar barnaskógvar í HB. Sáttmálin hjá honum við KÍ gongur út í vetur, og er fyribils ikki longdur. Hann kundi verið ein avloysari, um Lasse Andersen ikki heldur fram í felagnum.