Vit gita: Edmundsson til KÍ

Okkurt bendir á, at Hákun Edmundsson skiftir til KÍ

Tað ljóðar, at Hákun Edmundsson skiftir frá Vendsyssel til KÍ. U21 landsliðsmiðvallarin hevur sáttmála við danska Vendsyssel FF, men hevur verið útleigaður til Skála hetta kappingárið.

 

Les eisini: Bagge gevst í Víkingi

 

Miðvallarin hevur fyrr verið settur í samband við KÍ, men bleiv tá útleigaður til B68, hóast tað ljóðaði at KÍ gjarna vildi hava hann. 

 

Les eisini: KÍ vil hava spælara í HB

 

Síðani skifti Hákun Edmundsson til Vendsyssel, men hevur í ár verið útleigaður til Skála. Nú er líkt til, at hann skiftir KÍ, hóast hálvt ár er eftir av sáttmálanum við danska felagið. Hákun Edmundsson er millum annað liðskipari á U21 landsliðnum og spældi 23 dystir fyri Skála í ár.