Vit gita: Ári fær kjansin frá byrjan

Sølvi Vatnhamar er ivasamur og tað er líkt til, at René Shaki Joensen aftur er upp á tal sum avloysari

Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan HM-undankappingardystinum móti Eysturríki, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur tað fyri, at hann vil ikki tosa um hvør byrjar inni. Hesa ferð er einki undantak, men hann hevur sagt so mikið sum, at hann hevur sett tíggju av teimum 11, ið skulu byrja inni.

 

Hann skal finna ein avloysara fyri Meinhard E. Olsen, sum bleiv skaddur í fyrstu venjingini. Hartil skal hann hava ein varamann kláran fyri Sølva Vatnhamar, ið er ivasamur. Hann vandi ikki við hópinum í dag.

 

Tað er kapping um plássið millum stengurnar. Her sær út til, at Teitur M. Gestsson verður í málinum til dystin móti Eysturríki. Teir spæla ikki so nógv upp á innlegg, tó at teir hava tveir stórar framherjar.

 

Í verjuni er Viljormur Davidsen við aftur. Hann verður á vinstra bakki, meðan Gilli Rólantsson verður á høgra bakki. Nógv bendir á, at Sonni Ragnar Nattestad kemur inn aftur á liðið, eftir at hann sat yvir móti Moldova við snuddi. Síðumaðurin verður Odmar Færø.

 

Á miðjuni verður helst afturval til Gunnar Vatnhamar, Hall Hansson og Brand Hendriksson. Um Sølvi Vatnhamar verður tøkur, so spælir tað. Tað hevur Håkan Ericson sagt í samrøðu við FM1 í gjár. Spælir hann ikki, so er kundi nakað bent á, at tað verður René Shaki Joensen, ið skal avloysa leirvíkingin.

 

Í vinstru verður ongin Meinhard E. Olsen. Runavíkingurin er kraftmikil og rennisterkur. Tað eru eginleikar, sum Ári Mohr Jónsson eisini hevur. Tó hann spælir vanliga á vinstra bakki, so er útisetin í norskum fótbólti fyrr skiftur inn á vinstra miðvøllin undir nýggja venjaratoyminum. Tað kundi verið ein uppløgd loysn.

 

Aðrir eru Petur Knudsen úr Lyngby og Jóannes Bjartalíð úr KÍ. Håken Ericson hevur givið til kennar í samrøðu við FM1, at hann ikki sær Petur Knudsen sum ein statara enn, meðan Jóannes Bjartalíð er á veg fram, men kom við upp á avboð hesaferð. Hann er helst eisin ætlaður einum leikluti sum innskiftari.

 

Í álopinum verður helst Jóan Símun Edmundsson. Verður brúk fyri at skifta á síðunum og vit eru aftanfyri, so er ein møguleiki, at toftamaðurin endar á aðrari síðuni, meðan Klæmint A. Olsen kemur inn.

 

Vit gita Føroyar (4-5-1): Teitur M. Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar (René Shaki Joensen), Hallur Hansson, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Ári M. Jónsson – Jóan Símun Edmundsson