- Vit fara ikki at geva ein tumma av okkara landi burtur.
Soleiðis sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, í samrøðu við tíðindamannin, Piers Morgan.
Í samrøðuni sigur landsstýrisformaðurin tað vera óhugsandi, at grønlendingar í framtíðini fara at geva burtur suverenitet aftur fyri dollarar.
- Um nakar roynir at trýsta okkara mørk og okkara sjálvsavgerðarrætt sum land, kann eg siga, at hetta er okkara reyða linja.
Tað var í gjár, at Jens-Frederik Nielsen var við í sendingini, Piers Morgan Uncensored, og tað var bretski sjónvarpsverturin, Piers Morgan, sum gjørdi samrøðuna.
Eitt nú varð landsstýrisformaðurin spurdur, um samráðingar eru millum Danmark og USA um at lata USA ræðisrættin yvir smærri landaøkjum í Grønlandi, har USA kann byggja herstøðir.
Her vísti Jens-Frederik Nielsen á, at USA longu hevur eina herstøð í Grønlandi, Pituffik Air Space, sambært einari verjuavtalu frá 1951.
- Vit hava ongantíð sagt, at tað ikki ber til at útbyggja hesa avtalu, sigur landsstýrisformaðurin.
Lesið meira um samrøðuna í www.sermitsiaq.ag










