Póland lovar at geva alt teir kunnu í dystinum ímóti Týsklandi í dag, ið er altavgerandi fyri møguleikarnir til hálvfinaluna hjá danum.
Dystinir í dag eru umráðandi fyri Danmark, um teir skulu náa í hálvfinaluna í EM. Tað so einfalt sum tað, at vinnur Týskland ímóti Pólandi, so eru Týskland í hálvfinaluni, men fær Póland stig frá Týsklandi, og Wilbek & co. vinna ímóti Svøríki, so eru teir reyðu í hálvfinaluni í EM 2012.
Dysturin ímillum Póland og Týskland verður spældur kl. 15:10 í dag.