Fróði Benjaminsen var liðskipari hjá B36, nú Klæmint Matras var leikbannaður, men sjálvur tóktist landsliðsspælarin ikki at vera serliga errin um bandið, sum hann hevði havt um armin hendan dagin.
- Hatta var ræðuligt. Vit spæla sum so OK fyrsta korterið ella so, men so forera vit teimum eitt mál. Og tað virkar, sum halda vit bara fram við at geva teimum gávur. At kalla øll málini hjá okkum eru úrslit av persónligum mistøkum.
FM er kanska farið, men tit havga enn níggju dystir eftir at spæla. Hvussu verður tað at reisa seg eftir ein slíkan umgang?
- Tað er ein góður spurningur. Vit mugu bara fáa hetta tapið úr høvdinum, og so annars arbeiða hart og miðvíst, helt Fróði Benjamsen.