Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hesar 12 mánaðirnar var burðaravlopið 244 fólk, men hinvegin fluttu 100 fólk fleiri av landinum, enn tað flutti til Føroyar.
Tann 30. november í fjør var fólkatalið í Føroyum sostatt 48.267.
Hagstovan sigur, at størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum har fólkatalið vaks 233. Í Norðoyggjum vaks fólkatalið 18 fólk og í Vágum vaks tað 10 fólk. Í hinum økjunum minkaði fólkatalið tilsamans 117 fólk. ?
– Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið í hesum síðsta tólvmánaðarskeiðinum var meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum, sigur Hagstovan.