Vit gera okkara besta

- Vit eru í Føroyum ikki á jøvnum føti við onnur lond, tá ið tað snýr seg um serkunnleika innan DAMP og aðrar líknandi trupulleikar, men vit royna eftir førimuni, sigur Marita Petersen, stjóri á Sernámsdeplinum

Stjórin á Sernámsdeplinum, Marita Petersen, vil treyðugt fara út í kjak við foreldur at brekaðum børnum, tí ofta endar tað í einum kenslusomum eljustríði. Hinvegin vil hon fegin svara uppá nakrar ítøkiligar spurningar, sum verða settir í samrøðuni við Onnu Mariu Restorff í blaðnum í dag.

- Í Føroyum eru vit ikki á jøvnum føti við onnur lond, tá ið tað snýr seg um serkunnleika innan DAMP og aðrar trupulleikar. Tað kemst fyrst og fremst av, at vit eru ov illa mannað. Á skúlanum á Sernámsdeplinum hava vit havt børn við DAMP og DAMP-líknandi trupulleikum, og sum heild hevur tað gingið væl. Hesi børnini hava ofta atferðartrupulleikar, og vit hava júst fyri stuttum skipað fyri eftirútbúgvingarskeiði í hesum fyribrigdinum fyri lærarar.

Sostatt vísir Marita Petersen aftur, at starvsfólk á Sernámsdeplinum ikki fáa skeið.

- Tað er rætt, at vit hava avmarkaða orku til eftirútbúgving og skeið, og í fjør var trupult at senda nakran á skeið. Men øll, sum hava ynskt at sloppið á skeið í hesum árinum, eru sloppin. Ikki ein einasta umsókn er afturvíst. Hinvegin hevur eingin ynskt at sloppið á skeið í ár í fyribrigdinum DAMP.

Yvir fyri fólkaskúladeildini í Undirvísingar- og mentamálastýrinum hevur Marita Petersen mælt til at geva lærarum eftirútbúgving í fyribrigdinum atferðartrupulleikar.


Avmarkað orka

Í samstarvi við DAMP-felagið skipaði Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin fyri fýra árum síðani fyri skeiði um alt landið í DAMP.

- Síðani hava starvsfólk higani verið á ráðstevnum uttanlands um DAMP. Einu ferðina eftir áheitan frá DAMP-felagnum.

Eisini á Sernámsdeplinum er orkan avmarkað. Fyri hvønn lærara, ið fer úr starvi, verður eingin settur ístaðin.

- Játtanin til Sernámsdepilin er so lítil, at skal fíggjarætlanin haldast, má virksemið tálmast. Vit hava verið út fyri ikki hava havt ráð at seta fólk í staðin fyri tey, sum fara. Tað er ógvuliga harmiligt, og tað ger, at fólk á stovninum verða ógvuliga frustrerað, sigur Marita Petersen.

Stjórin á Sernámsdeplinum hevur ferð eftir ferð víst á stóra trotið á í psykologum og psykiatarum í Føroyum, men tað er ein sannroynd, at teir eru ringir at fáa hendur á. Tískil hevur depilin konsulentar niðri frá, sum koma til Føroya nakrar ferðir um árið.

- Eftir røttum áttu einir seks psykologar starvast á deplinum. So høvdu vit ikki konsulentarnar, høvdu vit einki. Henda støðan er ikki bert galdandi í Føroyum. Alla aðra staðni er trupult at fáa hendur á psykologum og psykiatarum.

Vitjandi psykologar og psykiatarar hava sæð og kannað eini 40 føroysk børn.

- Mær kunnugt hevur eingin teirra fingið diagnosuna DAMP hesi seinastu trý árini. Onkur hevur DAMP-líknandi eyðkenni, og grundin kann vera, at DAMP ikki er ein alheims viðurkend diagnosa.

- Tá ið diagnosurnar verða settar, ráðgeva vit út frá tí, fyrst og fremst skúlum og lærarum. Men eg havi verið út fyri, at foreldur ikki lurta eftir teirri ráðgevingini, tey fáa.