? Vit gera mismun

? Vit fáa ikki fatur á almennum stovnum, tá teir ikki fylgja okkara boðum, og tað ger arbeiðið mikið óhugaligt, sigur Eli Davidsen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Lógin stovnurin arbeiðir eftir ger mun á privatum og almennum fyritøkum

? Vit fáa tíverri ikki gjørt tað øðrvísið, tí arbeiðaraverndarlógin er gjørd soleiðis, at munur er á tá talan er um eina almenna fyritøku og tá talan er um eina almenna fyritøku.

Orðini eigur Eli Davidsen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum, og evni vit tosa um er arbeiðarverndarlógin.

Støðan er nevniliga tann, at Arbeiðseftirlitið hevur skyldu til, at kannað, um arbeiðsviðurskiftini eru, sum tey skulu vera. Hetta gera teir á so at siga øllum arbeiðsplássum, og tað hendir seg meiri enn so, at teir hava okkurt at finnast at.

Í slíkum førum fær arbeiðsgevarin eitt skotbrá, at rætta »brekið«, men fer hann út um freistina verður málið sent fútanum.

Og tað er her munurin millum tær privatu og tær almennu »fyritøkurnar« kemur í.

Tí er talan um ein almennan stovn, ber nevniliga ikki til at plasera ábyrgd.

Hetta er nevniliga niðurstøðan av nøkrum málum, sum Arbeiðseftirlitið hevur sent fútanum.

Í svarið sínum til Arbeiðseftirlitið sigur fútin, at lógin um arbeiðaravernd ikki heimilar at áleggja tí almenna revsiábyrgd, og tí sendur hann eftirlitinum málini aftur.


Óarbeiðsligt

Eli Davidsen, stjóri á arbeiðseftirlitinum sigur við Sosialin, at tað er sera óhugaligt at arbeiða undir slíkum umstøðum.

? Fyri so vítt kann tað gera tað sama, um vit velja at »fara eftir« einum almennum arbeiðsgevara, tí velur hann at lata vera við at gera eftir okkara boðum, so hendir einki meir, sigur Eli Davidsen.

Hann vísir á, at tað er beint øvugt, tá talan er um ein privatan arbeiðsgevara, tí hann kann fáa bøtur, samsvarandi lógini um arbeiðaravernd, men tað kann tann almenni arbeiðsgevarin ikki.

? Trupulleikin er, at tað stendur einki í lógini um arbeiðaravernd hvør almenni arbeiðsgevarin er og tí ber ikki til at siga, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina, sigur Eli Davidsen.

Hann vísir eisini á, at var nýggja lógin um arbeiðsumvørvi sett í gildi, so vóru hesi viðurskiftini fingin upp á pláss.

? Tað lógaruppskotið er visst borið í tingið tríggjar ferðir, men tað er eisini borið útaftur tríggjar ferðir, uttan at nakað er hent, sigur Eli.


Óheppin støða

Sum tað skilst, so er støðan hjá arbeiðseftirlitinum ikki serliga heppin. Munur verður gjørdur á almennum og privatum arbeiðsgevarum, og tað er í grundini ótolandi.

Og hetta er heldur ikki nakað sjáldsamt fyribrigdið, tí í fjør hevði eftirlitið fimm mál, sum stovnurin fekk sendandi aftur frá fútanum við tí stemplinum, at hann ikki kundi ábyrgda ein almennan stovn.

? Tí gerst hugurin at fara at kanna almennar stovarn alsamt minni, sigur Eli Davidsen og vísir á, at tað ikki kann vera endamálið, at ein almennur stovnur kann snúgva sær undan krøvum, sum privat virkir skulu liva eftir.

Av Fútaskrivstovuni váttar Jens Severinsen, virkandi fúti, støðuna.

? Tað er rætt, at vit einki fáa gjørt. Í Danmark var mann varugur við støðuna og broytti soleiðis, at tað nú ber til at plasera ábyrgd hjá antin stati ella kommunu, men henda broyting er ikki gjørd í Føroyum. Soleiðis sæð fáa vit heldur ikki gjørt nakað fyrr enn politikkararnir broyta lógina, og um teir vilja gera tað vita vit ikki, sigur Severinsen.