ósemja
Enn er onki komið burturúr royndunum hjá Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrinum at finna semju um KT-vørðarnar í føroyska fólkaskúlanum.
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen, sigur, at fundir hava verið við Fíggjarmálastýrið um KT-vørðarnar, men at onki er komið burturúr.
Hon sigur, at Fíggjarmálastýrið vil hava tey at býta samráðingarnar í tvey, men tað vil Lærarafelagið ikki.
? Fíggjarmálastýrið vil hava okkum at gera semju um tann námsfrøðiliga partin av KT- varðaskipanini. Hinvegin sigur Fíggjarmálastýrið, at tann tekniski parturin av skipanini hoyrir undir kommununa, so tann partin má Lærarafelagið samráðast við kommunurnar um.
Men hetta vil Lærarafelagið ikki góðtaka.
? Vit gera ikki hálvar semjur, sigur Lærarafelagið.
Elsa Birgitta Petersen sigur, at KT-varðaskipanin er ein heild og at felagið bara vil gera semju um alt økið undir einum.
-?Tað er ikki okkara trupulleiki um KT-varðaskipanin er í einum, ella í tveimum. Vit taka heldur ikk istðåu til, antin Fíggjarmálastýrið heldur, at kommunurnar skulu betala ein part av skipanini, ella ikki.
Heldur Fíggjarmálastýrið, at kommunurnar hava ábyrgdina av tí tekniska partinum, má tað seta seg í sambandi við kommunurnar at fáa eina semju um tað.
? Tá ið Fíggjarmálastýrið so hevur fingið semju við kommunurnar, kunnu samráðingar aftur vera við okkum um KT- varðarnar sum eina heild.
Felagið stúrir fyri, at gera tey semju um ein part av skipanini, fer hin parturin at verða liggjandi óloystur í fleiri ár.
Ikki óvæntað
Tað kemur ikki óvart á Lærarafelagið, at tað verður trupult at semjast um KT-varðaskipanina.
Hetta er ein nýggj skipan, sum kemur í gildið 1. august.
?Hetta er ein rættiliga dýr skipan. KT vørðarnir skulu lønast eftir, hvussu stórir skúlarnir eru, tvs, hvussu nógvir lærarar og næmingar eru í skúlanum og, hvussu teldur eru í skúlanum.
? Hetta er ein skipan, sum krevur rættiliga nógv arbeiði og tí krevur KT varðaskipanin nógvar tímar og hampiliga stóra játtan.
Ein bólkur við tveimum umboðum úr Mentamálastýrinum og einum umboðum fyri Lærarafelagið hevur gjørt eitt álit um, hvat arbeiðið hjá KT vørðunum skal fevna um, og, hvussu teir skulu lønast. Sostatt eru Mentamálastýrið og Lærarafelagið samd um, hvussu KT vørðarnir skulu skipast.
Hetta álitið er latið Fíggjarmálastýrinum og Elsa Birgitta Petersen vónar, at Fíggjarmálastýrið tekur fæst at taka undir við álitinum frá Mentamálastýrinum og Lærarafelagnum um, hvussu KT vørðarnir skulu lønast.
Hinvegin hevur Lærarafelagið gjørt semju við Fíggjarmálastýrið um, hvussu lærararnir í teimum nývaldu skúlastýrunum skulu lønast.
Samstundis er eisini semja um, hvussu limirnir hjá Lærarafelagnum í námsfrøðiliga ráðnum, skulu lønast.