Í fleiri ártíggjund hevur Gallup navnið verið sammerkt við veljarakanningar. Virksemi hjá stovninum byrjaði í USA í fyrru helvt á 20. øld og hevur síðani spreitt seg um allan heim, har felagsskapurin hevur veitt veljarakanningar um øll hugsandi evnir. Serliga er Gallup kent fyri at gera veljarakanningar, har mett verður um endaliga úrslitið av demokratiskum valum um allan heim.
Tí kom tað sum ein skelkur fyri politiska umhvørvið í USA í gjárkvøldið, tá heimasíðan Politico.com skrivaði, at Gallup hevur ongar ætlanir, um at gera veljarakanningar, um hvør verður forsetavalevni hjá Demokratunum og Republikanarunum. Uppaftur meira óvæntað, so er enn óvist, um kendi stovnurin fer at gera nakra veljarakanning til forsetavalið næsta ár.
Grundgevingin hjá stovninum er, at man ikki longur metir, at man kann veita eina nógv stóra vissu fyri, at teirra úrslit samsvarar við veruleikan. Tað stavar millum annað frá, at tað er vorðið verri at fáa fatur á veljarum, umframt at færri fólk ynskja at svara spurningum. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at veljarakanningar hava verið fyri nógvum atfinningum seinasta árið, harímillum valini í Bretland, Danmark og Ísrael, har úrslitini vóru munandi øðrvísi enn veljarakanningarnar.
Fyri amerikanska stovnin er tað tó skeiva veljarakanningin frá seinasta forsetavali, ið ger, at felagsskapurin nú tekur í egnan barm og hevur tikið avgerðina at steðga tílíkum kanningum og heldur miðsavna seg, um at gera kanningar, ið vísa hvørji mál hava týdning fyri veljaran.
Gallup hevur eisini eina føroyska deild, ið síðstu valini hevur gjørt veljarakanningar í samband við løgtingsvalið. Laila Hentze, stjóri í Gallup Føroyar, sigur, at tey hava ongar ætlanir um at gevast við politiskum veljarakanningum.
- Vit kenna til kjakið, ið hevur verið um veljarakanningar, men vit gera enn veljarakanningar, og hava ongar ætlanir um at gevast við tí. Okkara kanningar vísa tað, ið fólk svara. Vit siga ikki, at tað verður úrslitið, tí tað er altíð ein statistisk óvissa fyri, at okkara úrslit ikki samsvarar við valúrslitið.
Í USA verður víst á, at tað er torført at fáa fatur á fólkum, men tann trupulleikin er ikki í Føroyum, sambært Lailu Hentze.
- Vit hava ikki handan trupulleikan, tí tað er lættari at fáa fatur á fólkum í Føroyum enn í USA. Her ringja vit til heimatelefonir og fartelefonir.
Stjórin á Gallup vísir eisini á, at teirra veljarakanningar hava verið rímiliga eftirfarandi.
- Um man hyggur aftur í tíðina, so sæst, at okkara kanningar eru tær, ið liggjast nærmast veruliga úrslitinum. Til seinasta val gjørdi Gallup eina veljarakanning dagin áðrenn valið, ið rakti fleiri flokkar rætt. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin fingu teir tinglimir, ið Gallup kanningin vísti.










