Fyribils fara kommunurnar á Skálafjørðinum ikki at gera nakað við dálkininga í Runavík. Tað eru teir tríggir borgarstjórarnir á Skálafjørðinum, borgarstjórin á Nesi, borgarstjórin í Runavík, og borgarstjórin á Strondum, samdir um.
Tað var í gjár, at ógvuslig dálking av plasti varð staðfest á Skálafjørðinum. Talan er um ringar, ið vera brúktir at reinsa vatn við, eitt nú er tað vanligt at smoltstøðir brúka av slíkum plastringum.
Løgreglan roynir í løtuni at finna fram til kelduna til dálkingina, men í evsta føri eru tað kommunurnar, sum fáa ábyrgdina av upptakinum.
Teir tríggir borgarstjórarnir á Skálafjørðinum hava umrøtt málið í dag og Tórbjørn Jacobsen sigur, at so leingi løgreglan arbeiðir við málinum, verða eingi stig tikin til at rudda mølina aftur.
Hannsigur, at grundreglan má vera, at tann, sum dálkar, skal eisini rinda fyri upptakið, og tí steðga kommunurnar á eina tíð.
Men undir øllum umstøðum skal mølin ruddast, sigur borgarstjórin í Runavík. Hann sær bara fyri sær, at hetta verður so umfatandi og dýrt, at skulu kommunurnar rinda fyri tað, verður neyðugt við eini eykajáttan til sløkkiliðið.
Hinvegin heldur Tórbjørn Jacobsen ikki, at tað kann vera meiningin, at hendan rokninin skal heingjast um hálsin á skattgjaldarunum á Skálafjørðinum og tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning at finna kelduna, so at tey hava onkrani at senda rokningina til.