Vit ganga stovninum ov nær

Høvuðsorsøkin til, at útflutningurin fyrsta ársfjórðing er minkaður í mun til í fjør, er stutt og greitt tann, at vit hava fiskað ov nógv

Føroyingar hava verið ov effektivir at fiskað. Vit hava fiska meira enn tað, fiskifrøðingarnir siga vera langtíðarforsvarligt. Úrslitið er, at fiskastovnarnir eru troyttir meira, enn teir tola, og eru í minking. Av tí sama verður minni at fáa, og útflutningurin minkar heilt natúrliga, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni.

Í Hagtíðindi fyri mai mánaða verður sagt, at útflutningurin fyrstu tríggjar mánaðarnar í ár er minkaður í nøgd við 18% í mun til somu tíð í fjør. Hinvegin er virðið vaksið av tí, at fiskaprísirnir hava verið heilt óvanliga góðir.

At fiskinøgdin minkar er einki løgið, heldur Petur Steingrund. Hann sigur, at nú stovnsmetingarnar eru gjørdar, vísa tølini, at toskastovnurin aftur er komin á tað vanliga minstamarkið. 20.000 tons. Í 1996 var talið heili 40.000 tons, meðan tað fyrrapartin av nítiárunum var nógv lægri. Tað var eisini »katastrofalt« tá og førdi til ta ringastu kreppuna, vit vita um.

Fiskifrøðingarnir tosa um vanligt maksimum og vanligt minimum. Hesi tølini eru fyri toskastovnin ávikavist 40.000 og 20.000 tons. Og stovnurin er í løtuni á vanligum minimum, sum er 20.000 tons, sigur Petur Steingrund.

Svikaligt er, og endurtekur støðan frá fyrru helvt av nítiárunum seg, verður sama neyðin aftur, sum tá var.

Hýsustovnurin er eisini skjótt á veg niðureftir. Hýsan hevur verið rímiliga væl fyri, men er nú á leið mitt í millum vanligt minimum og maskimum, men sum sagt í minking.

Upsastovnurin er hinvegin á veg uppaftur. Hann hevur í fleiri ár verið á minimum, sum er gott 20.000 tons, men er nú komin upp aftur um tey 30.000 tonsini, sigur Petur Steingrund.

Tilráðingin frá fiskifrøðingunum fyri fiskiskapin í ár er ikki komin enn, men er væntandi hvørja løtu. Í fjør kom hon fyrstu vikuna í juni. Petur Steingrund dugir ikki at siga nakað um, hvat fer at standa í henni, men sum útlitini eru í løtuni, kann væntast, at hon verður varlig. Helst fara teir at mæla til ávísan niðurskurð, metir hann.

Petur Steingrund sigur, at vit hava havt serliga góðar umstøður til fisk seinastu árini. Toskaárgangirnir í 1992 og 1993 vóru heilt serligir, eins og vit eisini høvdu ein rættiliga góðan árgang í 1997. Men vit hava ikki klárað at umsitið hesar ordiliga, og nú er stovnurin á veg niðuraftur.

Fiskifrøðingarnir brúka tølini frá 1961 til í dag at rokna út, hvat teir meta vera tilráðiligt at fiska. Og sum vit hava fiskað undir Føroyum, eru vit væl oman fyri tað, teir nevna »langtíðarforsvarligt«.

Tá nógvur fiskur er til, sum tað hevur verið seinnu árini, ber nógv til. Og soleiðis hava vit fiskað. Sum alt bar til. Men nú fer at ganga undan aftur, og so standa vit har við ov stórari veiðiorku, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni.