Vit forða ikki bíligari orku

Stýrisformaðurin í SEV, Leivur Hansen, vísir aftur, at elfelagið setur fót fyri bíligari orku í Føroyum. Hann vísir á, at ætlanin hjá Sp/F Røkt í Vestmanna um at seta fleiri vindmyllur upp og framleiða bíligari orku ikki er so einføld, sum vestmenningarnir vilja verða við.

Leivur Hansen sigur, at SEV hevur longu samstarv við Sp/F Røkt, og at hetta samstarv fyribils er galdandi fram til 2015. Ætlanin um at seta fleiri vindmyllur upp er ikki partur av hesum samstarvi, sigur stýrisformaðurin í SEV.

Verður ivaleyst umrøtt seinni í ár
Serfrøðingarnir hjá SEV kannaðu ætlanirnar hjá Røkt, og teirra niðurstøða var tann, at ætlanin ikki var 100 prosent í lagi, millum annað tí at talan í ávísan mun er um ein heilt nýggjan hátt at útvinna orku uppá, greiðir Leivur Hansen frá.
Leivur Hansen vísur tó ikki aftur, at talan kann gerast um eitt økt samstarv millum SEV og Sp/F Røkt:
- Sum er loyva viðtøkur hjá okkum ikki hesum, og harumframt hava vit eina viðtøku hangandi oman yvir okkum um, at vit skulu fara undir Eiði 2 ætlanina. Hetta er ein ætlan, sum umboðsráðið hevur samtykt, og hon kann ikki bara soleiðis skúgvast til viks. Ætlanin er komin langt, og vit bíða bert eftir, at friðingarmyndugleikarnir og Sunda Kommuna eru liðug at viðgerða málið, greiðir Leivur Hansen frá.
- Um vit skulu í tættari samstarv við Røkt, so krevur tað, at umboðsnevndin góðkennir tað. Seinni í ár verður tann sonevndi heystfundurin hjá umboðsnevndini, og hvat tá hendir, veit eg ikki, men ivaleyst verður málið umrøtt á fundinum, sigur stýrisformaðurin.

Hava áhuga í nýggjum orkuvegum
Leivur Hansen vísir aftur, at SEV ikki hevur áhuga í at leita eftir nýggjum orkuvegum, og hann nevnir í hesum sambandi, at SEV er við í granskingarætlan, har endamálið er at finna út av, um tað er lønsamt at framleiða streym úr alduorku. Eisini er SEV við í einum samstarvi við grønlendingar og íslendingar um sólorku, greiðir Leivur Hansen frá.
- Tað ræður um at finna aðrar alternativar orkuvegir. Serliga í hesum døgum nú oljan er so dýr, er tað ógvuliga umráðandi at finna aðrar loysnir, og tí fylgja vit væl við í, hvat hendir á teimum ymsu orkuøkunum, og vit vita eisini, at serliga vindorkan er áhugaverd, sigur Leivur Hansen at enda.