Arbeiðsumhvørvi
Í matstovuni á Føroya Fiskavirking í Miðvági hongur ein plakat, sum Albert Ellefsen hevur funnið í Ramnmubúðini í Havn. Her eru ymisk orðatøk um, at tað er gott at vera glaður.
- Eg keypti hana, tí eg vónaði, at onkur kanska steðgar upp og lesur hana av og á. Mær dámar best hattar við størstu bókstavum: De fleste smil starter med et smil. Og síðan hattar sum sigur, at um tað er møguligt at gera nakað betur, er tað ikki gott nokk, sigur hann.
Við eitt borð sita nakrar ungar gentur, sum arbeiða á Fiskavirking. Ein teirra er Berit Jacobsen.
Ávirkar handan plakatin teg?
- Øeh - eg veit ikki um eg verði í góðum lag av henni, men eg plagi at hyggja eftir henni, tá eg flenni ? serliga hasum: Latter er indre jogging, sigur Berit og flennur enn meir, enn áðrenn, síðan leggur hon aftrat ? og vit flenna nógv her. Allar við borðið játta ? tær halda, at tað er sera spennandi, at virkið er kosið til Ársins arbeiðspláss, men hava faktisk ikki fingið tað at vita frá leiðsluni enn.
- Tað hevur týdning, heilt sikkurt, og sjálvsagt verður ein stoltur, og kanska glaðari fyri at verða her. Eg vænti, at tað helst eisini fer at ávirka viðurskiftið millum leiðslu og starvsfólk og gera tað enn betur, sigur Berit. Hon hevur arbeitt á Fiskavirking í Miðvági í fimm ár og er glað fyri at verða har.
- Hetta er eisini gott, tí fólk hava kanska lyndi til at hyggja niður á fólk, sum arbeiða á einum flakavirki, men tað er ikki so galið, sigur hon. Tær leggja dent á, at tað altíð er góður hýrur á virkinum, og at fólk í øllum aldrum koma væl útav tí.
Hava starvast á virkinum í 30 ár
Jona Samuelsen og Ólavur Hansen hava bæði starvast á virkinum í meir enn 30 ár og nógv er broytt, meðan tey hava verið har.
- Meiri er at gera nú, heldur Jona Samuelsen, sum er farin niður í hálva tíð síðan januar.
- Eg havi verið her í yvir 30 ár og havi altíð hingið í, nú havi eg valt at fara niður í tíð, sigur hon. Henni dámar væl á virkinum og leggur dent á, at lagið er gott á fólki.
Ólavur Hansen heldur avgjørt, at virkið hevur uppiborið at vunnið.
- Leiðslan her er góð. Vit hava góðar umstøður, og um tú hevur brúk fyri einum frídegi, stendur aldrin á, sigur hann. Nógv er broytt síðan hann byrjaði á virkinum, serliga arbeiðsumstøðurnar, og reinførið. Eisini er arbeiðið meiri stabilt. Hann er serliga glaður fyri, at fólk eru fyrikomandi og ein lærir nógv ymisk fólk at kenna.
- Tey ungu eru so øgiliga fitt og røsk, tað er virkuliga stuttligt, at læra tey at kenna, sigur hann.









