William Husted er hálvur føroyingur, mamman er av Sandi.
Hann gongur á journalistútbúgvingini á Sydfynske Universitet í Odense, men vitjar rættiliga javnan í Føroyum. Og í heystfrítíðini var hann so aftur á klettunum, men hesaferð saman við fleiri av floksfeløgum sínum, sum fegnir vildu uppliva, hvussu landið og fólkið í Føroyum var.
- Tað byraði alt í einum summarhúsum við einum glasi av reyðvíni, greiðir William frá.
Har fór tosið at ganga dúgliga um Føroyar, og øll vóru áhugað í at sleppa við upp til hetta spennandi, men kortini fyri mangar danar ókenda landið. Fólk vildu finna út av, hvat Føroyar var.
- Eg haldi, at vit kroystu William eitt sindur at taka okkum við, sigur ein í ferðalagnum.
- Ja, eg haldi, at nógvir danir eru forvitnir at vita, hvat Føroyar eru fyri nakað. Sjálvur havi eg verið her fleiri ferðir, so eg havi roynt at reklamera fyri Føroyum viðhvørt, sigur William Husted.
Ein av kendu sjónleikarunum í Danmark er Margretha Koytu. Hon stavar eisini – sum eftirnavnið bendir á – av Sandi, og William veit at siga frá, at hann einaferð var í grindadrápi í Húsavík saman við henni. So hann hevur roynt eitt og annað serføroyskt.
Góður túrur
Av berum forvitni duttu tey inn á gólvið í Miðlahúsinum fyri at kunna seg um, hvussu eitt slíkt hús fungerar í Føroyum. Tey vórðu sjálvsagt væl móttikin, og vertirnir á Rás2 nýttu sum vera man høvið at fáa tey í studio til eitt prát.
Eisini Sosialurin helt hetta vera forkunnuga vitjan, og vit fregnaðust tí eitt sindur um orsøkirnar til, at tey komu til landið.
Tey hava, sum náttúrligt er, brúkt megnpartin av tíðini á Sandoynni, tí tað av góðum grundum er har, tey búðu, meðan tey vóru í Føroyum. Men eitt vikuskiftið vóru tey í høvuðsstaðnum at uppliva tað eisini.
Og tey eru øll samd um, at talan hevur verið um ein framúrskarandi túr.
- Tað hevur verið fantastiskt. Náttúran er bergtakandi, og vit hava bara møtt fittum fólkum. Og so er tað so fantastiskt, at fólk bara kunnu sláa yvir í danskt, tá tey finna út av, at vit eru danir, sigur ein í ferðalagnum.
So tey hava bara gott at bera føroyingum, og tað er ikki eitt óvanligt skotsmál hjá fremmandum, sum vitja her á landi, at geva føroyingum.
William skilir væl føroyskt, men sigur seg ikki duga so væl at tosa tað, men tað halda hini í ferðalagnum er bert undanførðsla.
Til landsdyst
Hóast tey ganga á journalistskúla, og hóast tey eru og ferðast í Føroyum, so er ikki talan um eina lestrarferð sum so. Hetta er meira ein frítíðarferð, men kortini hava tey nakað av útgerð við sær.
- Vit hava tvey upptøkutól við, so um vit detta um eina upplagda søgu, so taka vit tað við, siga tey.
Og í hvussu er fingu tey upplivað nakrar franskar stjørnur live á Tórsvølli, tá Henry og co bardu okkum føroyingar av.
- Ja, tað gekst ikki heilt eftir vild. Sjálvt um vit royndu at rópa á føroyingar, og sjálvt um vit høvdu føroysk fløgg við og veittraðu av makt, so gjørdist úrslitið ikki heilt, sum vit vildu hava tað, siga tey journalistlesandi.
Og har kunnu vit bert geva teimum rætt. Men hóast tað, so hildu tey ikki, at dagurin á Tórsvølli var heilt spiltur.
- Vit fingu í hvussu er eina mynd av Thierry Henry. Og tað var ómakin vert, hildu tey.