Vit fingu ongantíð sama tilboð sum Havnin

Treytin frá tunlafelagnum var, at vit skuldu rinda fyri flutningin, men so hoyrdu vit einki aftur, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Nesi

 

Í roynd og veru fingu vit ongantíð møguleikan at fáa fatur á grótinum úr Eysturoyartunlinum.

 

Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu.

 

Sum heild váttar hann tað, starvsfelagir hansara, Borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, segði í KvF,og tað, Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu, segði her á heimasíðuni, søgdu um grótið.

 

Teir søgdu báðir, at tær tríggjar kommunurnar, Sjóvar, Runavíkar og Nes kommuna, vóru áhugaðir í at fáa alt grótið úr Eyturoyartunlinum, eisini grótinum ið kom upp á Hvítanesi.

 

 

Les eisini: Vit vildu hava alt grótið - og rinda fyri flutningin

 

 

– Vit vóru komnir á leið í samráðingunum um grótið, men treytin frá tunlafelagnum var alla tíðina, at vit skuldu sjálvi rinda fyri flutningin, sigur borgarstjórin í Nes Kommunu.

 

– Vit fingu at vita, at tað var leisturin hjá tunlafelagnum, og tað lá ongantíð nakað annað í kortunum enn at vit skuldu rinda allan flutningin. Og vit skuldu samstundis eisini rinda fyri at gera eina atløgubryggju á Hvítanesi, haðani grótbátur kundi sigla inn á Skálafjørðin við grótinum

 

Jóhannus Danielsen sigur, at sjálvur helt hann, at tað varð ov dýrt fyri Nes Kommunu, men so hoyrdu tey einki aftur og málið fánaði sostatt burtur.

 

– Men nú mugu vit ásanna, at leisturin er broyttur, og at Tórshavnar Kommuna fær grótið, og sleppur undan at rinda ein part av flutninginum.

 

– Vit fingu ongantíð nakað annað tilboð enn at vit skuldu rinda fyri allan flutningin, og tískil vóru heldur ongantíð samráðingar ímillum okkum og tunlafelagið um tað, sigur Jóhannus Danielsen.