Vit fingu loyvi til at nýta myndirnar

Maria á Dul, deildarstjóri í marknaðarføring hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, heldur ikki, at tey hava borið seg skeivt at.

- Vit eru høvuðsstuðul hjá Svimjisambandinum, og tí hava vit allan rætt til at nýta myndir av Pál, sigur Maria á Dul.

Hon skilur als ikki ákærurnar um, at tey hava misnýtt Pál, tí hon heldur, at tey hava verið við til at sett Pál í fokus hesar OL dagar.

- Hann hevur kanska ikki fingið nakran pengar frá okkum, men hann hevur so fingið stuðul í aðrar mátar, sigur Maria á Dul.

Hon heldur ikki, at myndaátakið hjá Tryggingini hevur verið ov ógvuslig.