Nú P/F SMS kom við einum góðum boð upp á bygningin, so tóku vit av, sigur Mads A. Winther, stjóri í Miðlon.
Hann sigur, at bæði seljari og keypari eru nøgdir við handilin, sum varð avgreiddur í gjárkvøldið.
Tað var P/F Miðlon hjá Mads A. Winther, sum í 2006 bygdi bygningin, sum hýsir handlunum »Elding«, »Rúsdrekkasøluni«, »Snák«, »Norðoya Sparikassa«, »Nomi Smykkur og Ur og Profil Optik Niels L. Arge«, »Íblástur« og »Køksmiðstøðini«.
Enn vil Mads A. Winther einki siga um, hvussu tað verður við stóra handilinum hjá honum, »Elding«. Men sum skilst flytir hann úr bygninginum.