Tað er rættilig gongd komin á aftur flogferðsluna seinastu árini og ferðafólkatalið setur met eftir met.
Hagtølini fyri august mánað eru komin frá flogvallarleiðsluni og tey vísa, at tað í august mánað ferðaðust 15.831 fólk um flogvøllin í Vágum.
Hetta eru 995 ferðafólk fleiri enn tað gjørdu sama mánað í fjør. Í prosentum er talan um eina hækking uppá 6,7.
Fleiri enn í 1990
Tað er nú ikki bara í summarmánaðunum at fleiri ferðafólk brúka flogvøllin.
Í tíðarskeiðnum frá 1. januar til 1. september ferðaðust 90.074 fólk um flogvøllin. Sama tíðarskeið í fjør ferðaðust 85.475 ferðafólk um vøllin, so her er talan um eina øking uppá 4.599 ferðafólk, ella 5,4 prosent.
Til sammetingar kann sigast, at tað alt árið 1990 ferðaðust 90.398 ferðafólk um flogvøllin.
Tað vil siga, at tað fyrstu átta mánaðirnar í ár hava ferðast líka nógv ferðafólk, sum tað gjørdu alt árið 1990. Hetta sigur eitt sindur um hvussu aktiviteturin í landinum er øktur.
Loyva vit okkum at brúka miðaltølini, so er okkara skot at tað tá árið er liðugt hava ferðast knappliga 140 túsund fólk um flogvøllin.
Arbeiða við at
betra umstøðurnar
Annars verður javnan arbeitt við at betra flúgviumstøðurnar í Vágum.
Avgjørt er at ein vindprofilradarin skal setast upp á flogvøllinum og tað er DMI, sum skal seta hann upp.
Vindprofilradarin er ikki komin til landið enn, men kemur seinast í hesum mánaðinum.
Hann verður eftir ætlan tikin í nýtslu einaferð seinast í árinum.
Annars sigur flogvallarleiðslan í tíðindaskrivinum at flogferðslan hevur verið óvanliga reglulig í ár.
Veðrið hevur verið so gott í Vágum at bert heilt fáar ella so at siga ongar seinkingar hava verið, sigur Finnbogi Niclasen.