Hjá Mariu Olsen, Tórunn V. Holm og Ester Johannesen er svimjihøllin í Gundadali ikki nóg góð. Tær royna vágna í Havn, nú tær ferðast í egnum landi Í Vágsbotni liggja í løtuni tríggjar gentur og svimja. Talan er um Mariu Olsen úr Kollafirði, Tórunn V. Holm av Tvøroyri og Ester Johannesen úr Vági. Tær eru systkinabørn.
Báturin tær loypa útfrá eitur Ester, og tað eru omman og abbin, sum eiga bátin.
Tá vit spyrja tær, hvat tær gera, svara tær.
- Vit ferðast í egnum landi.
Øll familjan ferðast í løtuni í egnum landi, og í dag eru tey í Vágsbotni.










