Vit fegnast

Poul Gert Hansen, sjúkrahússtjóri, sigur, at tað er í lagi at nýta fútarættin, tá ein starvsbólkur ólógliga ætlar at trýsta sín vilja ígjøgnum hjá leiðsluni. ? Nú er staðfest, at vit hava leiðslurættin, og tað er gott, sigur hann

? Vit eru sjálvsagt ógvuliga glað fyri, at tað ikki bleiv verkfall. Serliga vegna tey sjúku, sum vit hava undir hond. Og vit fegnast um, at tað somuleiðis er staðfest, at vit hava leiðslurættin á sjúkrahúsinum. Tað var týdningarmikið fyri okkum, sigur Poul Gert Hansen, stjóri á sjúkrahúsinum

Ongar samráðingar
Hann sigur, at føðideildin nú verður skipað sum ætlað.
? Vit fara at skipa deildina soleiðis, sum vit allatíðina hava ætlað. Tað verður gjørt saman við teimum starvsbólkunum, sum arbeiða har. Vit ætla at geva teimum ávirkan, og tað hevur eisini allatíðina verið meiningin, sigur sjúkrahússtjórin.
Men hann slær fast, at broytingarnar ikki eru nakað, sum samráðingar verða um.
? Eg eri vorðin ákærdur fyri ikki at lata upp fyri samráðingarmøguleikum, men tað er tí, at hetta er ikki eitt mál at samráðast um. Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at hetta skuldi vera ein samráðingarspurningur, slær Poul Gert Hansen fast.
Hann vísir á, at tað eru 23 starvsbólkar á landsjúkrahúsinum og at tað verður vónleyst at skula samráðast við allar bólkarnar, hvørjaferð broytingar verða gjørdar.
Vit eru sett sum leiðsla, júst til at taka slíkar avgerðir, sigur hann.
Spurdur hvat fólk nú kunnu vænta sær fer at henda á sjúkrahúsinum, svarar hann, at hann vónar, at tað nú verður friður.

Ólógligar snildir
Poul Gert Hansen sigur, at hann harmast um at tað var neyðugt at fara til fútarættin við málinum, men leiðslan metti ikki, at tað var nakar annar møguleiki, tí málið var komið so langt.
? Okkurt má gerast, tá ein starvsbólkur hóttir við at fara í ólógligt verkfall, fyri at trýsta leiðsluna at broyta tiknar avgerðir. Tá kann man vera noyddur til at fara til fútarættin, sigur Poul Gert Hansen.
Hann sigur, at í hesum føri var verkfallið er eitt ólógligt amboð, sum starvsbólkarnir ætlaðu at nýta, fyri at trýsta leiðsluna at samráðast um nakað, sum ikki er eitt samráðingarmál
? Eg kann eisini venda tí við, og siga, at tað var gott at vit fingu eina skjóta og greiða avgerð í fútarættinum. Vit kunnu jú ikki góðtaka at starvsbólkar ólógliga trýsta sín vilja ígjøgnum, slær Poul Gert Hansen fast.
Spurdur um hvussu lagið er á sjúkrahúsinum í dag, svarar hann, at øll tykjast lættað um, at einki verkfall varð.
? Eg havi verið runt á sjúkrahúsinum í morgun og tosað við ymsu starvsbólkarnar. Øll tykjast glað og lættað, nú einki verkfall varð hóast alt. Eisini sjúkrarrøktarfrøðingarnir, sigur hann.
Hann vónar, at tey nú kunnu líta frameftir og leggja stríðið eftir seg.