Hagstovan skrivar í dag, at nú skrásetta fólkatalið fyri 1. apríl var 50.045, eru tað 15 fleiri enn tað fyribilsfólkatalið fyri 1. apríl, sum tey kunngjørdu fyri einum mánaði síðani.
- Tá vóru vit eitt sindur í iva, um talið fór at halda, tí vanligt er at nógvar rættingar, t.v.s. seinkaðar fráboðanir, koma til tað feskasta fyribilstalið og vanliga broyta nakað niðureftir. Men so var ikki hesi ferð, tí talið tvørturímóti øktist. So væntandi er, at vit fara at halda okkum oman fyri tey 50.000, eisini eftir stóra fráflytingarmánaðin í august. Myndin niðanfyri vísir týðuliga gongdina, skrivar Hagstovan.
Munandi fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum apríl 2016 – mars. 2017. Nógv størsti vøksturin í tali var í Tórshavnarøkinum við 380 fólkum, svarandi til 50% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Síðani kemur Eysturoyar sýsla við 143 og Streymoy annars og Norðoya sýsla stavn um stavn við ávikavist 67 og 61 fólkum, eitt vet aftanfyri Vága sýsla við 51, og so er ikki langt aftur til Suðuroyar sýslu og Sandoyar sýslu vi ávikavist 34 og 26 fólkum.
- Lutfalsliga var størsti vøksturin í Sandoyar sýslu við 2,1%. Men heili 2% í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er 15 ferðir størri, munar eisini nógvar ferðir meira. Lutfalsliga var minsti vøksturin í Norðoya sýslu og Suðuroy við ávikavist 1,0 og 0,7%, skrivar Hagstovan.