Men tíverri hava føroysku umboðini á Fólkatingi onki ítøkiligt gjørt fyri at steðga hesum. Tó skal norðuratlandsbólkurin hava rós fyri, at tey hava latið gjørt eina frágreiðing um, hvørjar orsøkirnar eru til fráflytingina, og hvat skal til fyri at fáa fólk at venda heimaftur. Men tað krevst meira enn frágreiðingar, nú krevst handling. Uppgávan at steðga fráflytingini er størsta uppgávan, politiska skipanin stendur yvirfyri, tí fólkavøkstur er grundarlagið undir búskaparvøkstri. Vit verða noydd at taka lógvatak saman, bæði í føroyska Løgtinginum og so sanniliga tey bæði føroysku umboðini á Fólkatingið, sum kunnu gera mun, um tey eisini standa saman.
Vit verða noydd at samansjóða útbúgvingarpolitikkin, sum verður førdur í ávikavist Fólkatinginum og í Løgtinginum
Herfyri frættu vit frá sambandsumboðnum í Fólkatinginum, at FR- frádrátturin uppá 71.000 um árið varð varðveittur hjá føroyskum lesandi í Danmark. Ein føroyingar, sum lesur i Danmark, men kemur heim í summarfrí fyri at arbeiða, fær harumframt eisini 30.000 í botnfrádrátti - samanlagt 101.000 um árið. Lesandi í Føroyum mugu noyðast við ein botnfradrátt uppá 30.000 kr. Vit fegnast sjálvsagt um FR frádráttin til føroyingar í Danmark, men hvat nyttar tað, um hetta beinleiðis er við til at eggja ungum lesandi úr Føroyum at fara niður til Danmarkar at lesa fyri síðani at festa røtur og ikki venda heim aftur. Vit kenna tíverri nógv m.a. stakir uppihaldarar og barnafamiljur, sum eru undir lestri, sum beinleiðis kenna seg noydd at fara av landinum atlesa, tí tað fíggjarliga ikki hongur saman. Her manglar ein konsensuspolitikkur millum parlamentini bæði.
Umframt at arbeiða fyri einum fíggjarligum konsensus millum lesandi í Danmark og lesandi í Føroyum fer Fólkaflokkurin á Fólkatingi at slóða fyri fleiri samstørvum millum Fróðskaparsetrið og onnur altjóða universitet. Vit fara at slóða fyri, at Føroyar vera við í øllum altjóða samstørvum og avtalum innan hægri lestur, soleiðis at tíni og míni børn í framtíðini frítt kunnu ferðast millum Fróðskaparsetrið og onnur altjóða universitet og soleiðis seta sær sína dreymaútbúgving saman eftir egnum hugflogi. Ìstaðin fyri at flyta til Danmarkar í 5-6 ár, sum ein vanlig universitetsútbúgving tekur, skulu okkara børn og ungu í framtíðini varðveita sítt tilknýti til tað føroyska universitetið, men hava møguleikan at fara út um landoddarnar at taka nøkur modul og harvið fáa íblástur, royndir og kunnleika til altjóða mentan og samfeløg, sum okkara ungu í tann mun eisini hava tørv á.
Annika Olsen
Løgtingskvinna og valevni til Fólkatingsvalið
www.annikaolsen.net