Vit fara neyvan at røkka málinum um at í 2020, skulu Føroyar hava skert útlátið av vakstrarhúsgassi minsta lagi 20%, afturímóti til útlátinum í 2005.
Tað staðfestir Umhvørvisstovan í dag.
Í 2009 samtykti Løgtingið einmælt ein veðurlagspolitikk, har málið var, at Føroyar skerja útlátið av vakstrarhúsgassi minst 20% í 2020, aftur ímóti útlátinum í 2005.
- Gongdin hesi seinastu fimm árini bendir ikki á, at vit náa málunum, sigur Umhvørvisstovan.
- Fyri at minka oljunýtsluna munandi, er neyðugt at politisk stig verða tikin. Tað ikki er nóg mikið at vænta, at vinnan, og brúkarin, sjálvi fara at stýra gongdini móti minni nýtslu av olju.
Tí heldur Umhvørvisstovan, at tað er neyðugt at seta reglur í verk, sum eggja vinnuni og brúkaranum til at minka nýtsluna av olju.
Her hugsa tey serliga um avgjøld og stuðul. Talan kann vera um at leggja avgjøld á ikki varandi orkunýtslu og á útgerð, sum brúkar nógva orku. Og talan kann eisini vera um at seta stuðulsskipanir í verk fyri orkusparandi tiltøk.
- Eitt ítøkiligt átak at minka oljunýtsluna, er, at SEV hevur gjørt munagóðar útbyggingar av vindorkuni, og harvið flutt elframleiðsluna frá olju til varandi orku. Men av tí at elframleiðslan einans er 12-14 % av útlátinum, ger tað ikki stórvegis mun.
Í hesi uppgerðini er bara útlátið av vakstrarhúsgassi á landi Føroyum, og hjá føroyskum skipum, tikin við. Sostatt eru bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum eru ikki tald við her. Vórðu hesar taldar við, var samlað útlátið í fjør, verið 5% hægri enn í 2005.