Tað er 95 prosent vist, sigur venjarin hjá KÍF.
Fá høvdu væntað, at H71 fór at vinna á Neistanum í gjár. Kollfirðingar greiddu sína skyldu í Vestmanna. Úrslitini hava við sær, at hoyvíkingar kunnu framvegis fáa KÍF aftur á stigatalvuni.
Jan Ottesen, venjari hjá KÍF, ber ongan ótta fyri, at tað fer at miseydnast.
– Vit mangla eitt stig og skulu spæla móti H71, StÍF og Kyndil. Eg stúri ikki, sigur hann.
KÍF var aftan fyri við tveimum málum, tá 10 minuttir restaðu í. So fór heimaliðið upp í ferð og vann greitt, 26-21.
Neistin tapti
Oddaliðið Neistin tapti fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum í gjár. H71 vann 30-28 í høllini á Hálsi. Neistin hevur einki havt at spælt fyri seinastu vikurnar, tí finaluplássið var tryggjað fyri fleiri vikum síðani. Tað tekur einki frá avrikinum hjá hoyvíkingum, sum spældu væl.
H71 skal spæla seinastu dystirnar móti Team Klaksvík, KÍF og VÍF.