Vit fara eftir silvurinum

EB/Streymur fekk trý týdningarmikil stig á heimvølli sunnudagin, tá teir tóku ímóti B36. Ein av mest eyðsýndu spælarunum henda dagin var Hanus Eliasen, sum skeyt tvey av málunum í 4-2 sigrinum. Hann var sum vera man væl nøgdur við sigurin á B36.

- Ja, vit eru øgiliga væl nøgdir við sigurin. Eg haldi, at vit vóru væl betri enn teir henda dagin, og so vóru vit ikki minst nógv farligari, tá vit høvdu bóltin, so sigurin var fult uppiborin, sigur Hanus.

Sjálvt um hann metti sigurin vera fult uppibornan, so var hann tó ikki nøgdur við, at heimaliðið lovaði B36 inn aftur í dystin.

- Vit spæla sera væl fyrstu løtuna og koma eisini á odda 2-0, men so lova vit teimum inn aftur í dystin, og hetta er ikki gott nokk. Teir fáa tvey alt ov løtt mál eftir deyðbóltar, og eftir at teir høvdu javnað standa vit ikki serliga væl á vøllinum, og hetta ger eisini, at teir hava nógv spæl síðstu løtuna fyri steðgin. Eftir steðgin reisa vit okkum tó og vísa, at vit høvdu uppiborið sigurin, staðfestir Hanus.

At enda spurdu vit hann, um teir nú fóru eftir silvurinum.

- Ja, sjálvandi fara vit tað. Fyrst og fremst mugu vit sjálvandi vinna okkara dyst á Sandi komandi leygardag, og so mugu vit eisini fáa hjálpa frá HB í Gundadali, men vónirnar eru har, sigur Hanus.