Flogbóltur
Í fjør gjørdi SÍ sera lítið um seg í meistaradeildini hjá monnum, har teir endaðu aftast, men sluppu undan niðurflytingini, tí einki av ovastu liðunum í næstbestu deildini kundi flyta upp.
Eitt sigandi dømi um skilið var í Havn, tá SÍ spældi móti Fleyr. Dysturin var nóg illa byrjaður, tá ein av SÍ-leikarunum meiddi sær fótin og ikki fekk spælt víðari. Teir høvdu ongan eykamann, og tí vann Fleyr dystin 3-0 eftir at hava spælt í ein minutt. Støðan var tá 1-0 til Fleyr...
Jákup á Stongum úr SÍ sigur, at tað stóð illa til í fjør og eisini hevur gjørt tað í fleiri ár. Hann heldur at vána árið í fjør eisini fekk fólk í felagnum at siga, at antin mátti okkurt álvarsligt gerast, ella fór alt fyri bakka.
Millum favorittarnar
Sørvingar valdu at bretta upp um ermar í staðin fyri bara at lata standa til, og í ár hava teir eitt lið, sum sambært teimum flestu hevur góðar møguleikar fyri at strúka heilt upp á toppin. Teir hava sett Borko Ilic sum leikandi venjara, og teir hava eisini fingið ein jugoslaviskan leikara, sum eitur Rajko Petrovic. Harumframt eru leikarar so sum Jón Nielsen, Jón Falkvard og veteranurin Suni Hansen við á liðnum. Næstsíðsta vikuskifti skipaði Fleyr fyri síni árligu kapping upp undir landskappingarbyrjanina, og SÍ gjørdi ikki mætari enn at vinna hesa kappingina. Og leygardagin fylgdu teir upp við at vinna 3-0 móti ÍF í fyrsta landskappingardystinum. Men hvat ætlar SÍ sær so í ár?
- Tað er jú altíð vandamikið at byrja so væl, sum vit hava gjørt, men heilt erligt, so fara vit eftir at vinna alt tað vit kunnu vinna, sigur Jákup á Stongum.
Men hann leggur afturat, at tað sjálvandi veldst um so nógv. Tað kann henda nógv gjøgnum eitt langt kappingarár, men við tí liðnum, teir hava beint nú, ivast Jákup ikki í, at hesin málsetningurin er realistiskur.
- Liðið er gott. Og vit hava longu vunnið móti øllum hinum liðunum í deildini, sigur hann og sipar við hesum til Fleyr-kappingina, sum SÍ jú vann. Hetta ger eisini, at teir longu hava tryggjað sær pláss í steypafinaluni, sum verður spæld seinni í kappingarárinum.
Gevast ov tíðliga
- Trupulleikin hjá okkum hevur so at siga altíð verið, at vit missa leikarar. Eg veit ikki hví, men tá leikarar koma í ein ávísan aldur, fella teir frá, sigur Jákup á Stongum.
Hann vísir á, at liðið sum er nú, er rættiliga ungt burtursæð frá Suna Hansen og so teimum báðum útlendingunum, sum eru 28 og 27 ára gamlir.
- Eg veit ikki hvar teir fara, men teir spæla ikki flogbólt.
Ætlanin er, at teir báðir útlendsku leikararnir hjá SÍ eisini skulu taka sær av nøkrum av teimum yngru liðunum, og Rajko Petrovic skal eisini venja kvinnurnar hjá SÍ.
Jákup á Stongum sigur, at felagið við hesum roynir at geva teimum ungu góða venjing ? nakað sum vónandi fer at vaksa um áhugan hjá teimum ungu at spæla ? og at halda fram við at spæla, tá tey gerast eldri.










