Í gjár boðaði Poul Michelsen frá, at hann leggur tingsessin frá sær.
Tað er við stórum sorgblídni, at vit í Tjóðveldi takka fyri gott samstarv gjøgnum so mong ár.
Poul er ímyndin av einum tíðarhvarvi í føroyskum politikki og samfelagsbroyting, sum nú fer inn í eitt nýtt stig.
Góði Poul!
Tú ert ein einastandandi viljasterkur og áhaldin undangongumaður í øllum, tú fæst við og hevur fingist við.
Um tað er í ítrótti, vinnulívi, kommunupolitikki, landspolitikki, altjóða samstarvi – og millum familju og vinir.
Tú ert ein varði í føroyskum politikki, og tú hevur sett so mangar varðar eftir teg. Sum borgarstjóri og sum løgtings- og landsstýrismaður – og til at vinna Føroyum ræsur í ítrótti, vinnu og politikki úti í heimi.
Ein orkufullur markabrótari, ið altíð hevur torað at flutt teg sjálvan, tína fyritøku og samfelagið beint og miðvíst framá, hóast ofta truplar fortreytir og stóra mótstøðu.
Og tað er ongantíð skeivt at líta aftur og meta um: Hvat hevur veruliga flutt mørk í samfelagnum? Fyri okkara rættindi sum fólk og tjóð? Í vinnulívi, mentan, sosialmálum, skúlaskapi, infrakervi, heilsumálum, arbeiðsmarknaðarrættindum, javnstøðu, uttanríkismálum, ítrótti?
Tað eru undangongufólkini, ið hava verið áhaldandi og at enda hava vunnið vaksandi undirtøku og nátt málunum. Ofta gjøgnum afturstig og kringlutar gøtur. Tað er so øgiliga skjótt og lætt at bróta niður og rulla aftur til frama fyri stuttskygd seráhugamál. Meðan tað tekur øgiliga tíð og stríð at byggja upp og ganga tær brøttu gøturnar til frama fyri tað, ið skapar tjóð, samfelag, veruligan framburð og somu rættindi til øll.
Men tað ger mun. Alt tað, ið vit í felag eru mest errin av og sum vit meta sum dýrastu ogn í samfelagnum í dag, er tað, sum mest mótstøða var ímóti og sum varð niðurgjørt.
Hóast ótolin og bráður av lyndi, hevur tú hildið á í ein mansaldur. Tú megnaði at stovna nýggjan flokk, ið hevur torað tað trupla. Og sum gjørdist partur av tí samgongu, ið hevur framt størstu tøkini í føroyskum politikki nakrantíð til frama fyri einar nútímans, samhaldsfastar og frælsar Føroyar fyri øll – og ikki bert fyri tey fáu. At afturstig koma eftir slík tøk, er ikki á nakran hátt ókent í okkara søgu og í heimssøguni. Men alt kemur einaferð undan, ið er sátt, og fer at bera ávøkst.
Fyrst og fremst hevur tú stríðst fyri frælsi og somu rættindum hjá einstaka menniskjanum – uttan mun til uppruna, trúgv, húðalit, kyn, sosiala støðu ella kynsligan samleika. Og fyri teimum frælsu Føroyum og eini frælsari vinnu.
Tú ert bæði góður og sera krevjandi at samstarva við. Við einum skjótum sinni og stórum hjarta. Ein hollur vinur og framúr vertskapsmaður, har ríkar, skemtiligar og gevandi løtur standa á rað í minninum.
Vit fara at sakna teg sáran í Løgtinginum. Men fara uttan iva at samstarva væl áhaldandi – og tú fert við vissu at brúka títt ídni at gera mun allastaðni, hóast tú ikki ert á tingi.
Vit ynskja tær og øllum tínum alt tað besta í komandi tíðum.
Og nú arvurin verður latin áfram í Framsókn til Ruth Vang sum forkvinnu og til Bjarna, Honnu og øll hini í flokkinum, fara vit at ynskja Ruth hjartaliga til lukku og bestu eydnu í forkvinnustarvinum. Við vón um gott samstarv.
Vegna Tjóðveldi,
Høgni Hoydal