­ Vit fara at royna sjálvstýrissamgongu

Seinnapartin í gjár fóru Fólka- Tjóðveldis- og Sjálvstýrisflokkurin undir samráðingar at skipa samgongu

Tað gekk skjótt fyri seg í gjár, tá politisku flokkarnir upp á skift vóru á fundi við Anfinn Kallsberg, samráðingarleiðara.

Kl. 15 seinnapartin var greitt, at Fólkaflokkurin hevði tikið ráðini hjá Tjóðveldisflokkinum, um fyrst at tosa við hinar flokkarnar, til eftirtektar.

Seinnapartin í gjár fóru teir tríggir flokkarnir undir samráðingar, fyri at kanna møguleikarnar at skipa samgongu.

Hetta segði samráðingarleiðarin Sosialinum beint áðrenn blaðið fór til prentingar.

Spurdur um hann hervið hevði útilokað møguleikanum at bjóða Javnaðarflokkinum við, segði Anfinn Kallsberg, at tað dugdi hann ikki at siga enn. Fyribils fóru Fólka- Sjálvsstýris- og Tjóðveldisflokkurin at samráðast um at skipa samgongu.