Vit fara at leggja nógv størri avgjøld á reiðarar

Hesa formligu fráboðanina kann eg koma við longu nú, sigur Høgni Hoydal

Tá ið ein onnur samgonga kemur til valdið í Føroyum, fara nógv hægri gjøld at verða løgd á reiðararnar.

Tað gjørdi Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og formaður í Tjóðveldi, púra greitt á Løgtingi í gjár, tá ið samgongan samtykti at hækka veiðigjøldini. Samgongan hevur samtykt at avtaka uppboðsøluna, men fyri at landskassin ikki skal missa inntøkur av tí, samtykti samgongan í gjár at hækka ymisk veiðigjøld ístaðin.

Høgni Hoydal sigur, at tað, sum samgongan hevur gjørt, er at ræna Føroya fólk, og tað er eisini at ræna manningarnar við skipunum.

Føroya Fólk er rænt tí sambært Høgna Hoydal, hevur samgongan nú givið nøkrum fáum úrvaldum reiðarum, einkarrætt til fiskirættindini fyri hundraðtals milliónir hvørt einasta ár.

Og manningin er rænd, tí útrokningar vísa, at nú veiðigjøldini verða hækkað, skulu manningarnar rinda 8,34 prosent meiri av hýruni í avgjaldið til landskassan enn tey høvdu rindað, um so var, at uppboðssølan varð verandi í gildi.

Sostatt fara manningarnar 8,34 proent niður í løn, nú nýggja fiskivinnulógin er samtykt.

Høgni Hoydal sigur, at tey fara aldrin at góðtaka tað, sum er hent, og tá ið ein nýggj samgonga er komin til, fer hon at gera alt hon kann fyri at ógilda hesa nýggju fiskivinnulógina.

Og hann sigur, at endamálið er at broyta lógina, soleiðis at tað ikki bara skulu vera nakrir fáir reiðarar, og nakrir fáir útlendingar, sum fáa rættin til nógv tann størsta partin av fiskatilfeinginum.

Men hann boðaði eisini alment frá í Løgtinginum, at í minsta lagi skal eitt nógv hægri tilfeingisgjald leggjast á reiðararnar, og tað skal vera eitt gjald, sum manningarnar ikki skulu rinda nakran part av.

Høgni Hoydal legði afturat, at hesa formligu fráboðanina kundi hann koma við longu nú.