? Vit fara at klára tað

? Tað er gott, at veljarakanningin ikki er ov góð fyri okkum, so at soldátarnir ikki sovna beint áðrenn valið, sigur Torbjørn Jacobsen, ein av spískandidatunum hjá Tjóðveldisflokkinum

Tjóðveldisflokkurin stendur sambært veljarakanningini hjá Gallup Føroyar til at endurvinna fólkatingsumboðið, men tað er sera lítil munur á Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum.
? Tað er merkisvert, at Fólkaflokkurin stendur seg so væl í veljarakanningini, men eg rokni við, at vit fara at hava munin á teimum á valinum, sigur Torbjørn Jacobsen.
? Tá ið Fólkaflokkurin samstarvar við Sambandsflokkin, plagar hann at eta burtur av Sambandsflokkinum, meðan Tjóðveldisflokkurin plagar at fáa av tí betra endanum í Fólkaflokkinum, teimum mest fullveldissinnaðu.

Munurin verður størri
Persónsstríðið, sum hevur verið millum Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen, tykist ikki nerva møguleikarnar hjá Tjóðveldisflokkinum fyri at fáa fólkatingsumboð í fýra ár afturat.
? Úrslitið í veljarakanningini kemur ikki so óvæntað á meg. Tað er nakað síðani, at eg segði, at Javnaðarflokkurin fer at fáa ein ágóða av løgmanseffektini, meðan vit sum stóru andstøðuflokkurin eisini fara at standa okkum væl, sigur Torbjørn Jacobsen.
? Tað er sera tætt í veljarakanningini, men eg vænti, at Tjóðveldisflokkurn fer at fáa annað umboðið, og at munurin verður størri enn í veljarakanningini.