- Jú, fínasta slag. Tað var eisini tørvur á einum tílíkum sigri nú, so hesi stigini hava sera stóran týdning. Tað er frálíkt, at samstarvið millum Boga Gregersen og Jonhard Fredriksberg framvegis riggar, og teir kunnu væl gerast vandamiklir. Kann Pætur Dam Jacobsen lova, at Skála spælur Formulafótbólt aftur í komandi kappingarári? - Eg vóni tað, í øllum førum. Vit eru til reiðar at stríðast fyri tí, og so mugu vit síggja, sigur liðformaðurin hjá Skála, sum royndist væl sum høgri vongverji í gjár.










